Tórshavnar kommuna
EIN FAKLIGA STERKUR HÓPUR
Í Tórshavnar kommunu er vítt til veggja. Og høgt til loftið. Tað er avgerandi, tí vit veita nógvar ymiskar tænastur til sera fjølbroyttar borgarar.
Vilt tú melda til sum luttakari, skriva til katrin@syntesa.fo ella ring á tel. 233081
Tú leitar í hesum bólkum:
EIN FAKLIGA STERKUR HÓPUR
Í Tórshavnar kommunu er vítt til veggja. Og høgt til loftið. Tað er avgerandi, tí vit veita nógvar ymiskar tænastur til sera fjølbroyttar borgarar.
Bakkafrost er størsta útflutningsfyritøkan í Føroyum og telist millum fremstu fyritøkur á sínum vinnuøki. Bakkafrost framleiðir og selur fyrsta floks matvørur úr laksi til marknaðir í Evropa, USA, Ísrael, Kina og aðrastaðni.
Les meiraAlfred er nýggi vegurin til starvssetanir í Føroyum og ger tað lætt hjá starvssøkjandi at finna starv og arbeiðsgevarum at finna røttu starvsfólkini. Harumframt ger Alfred eisini setanartilgondina tryggari, skjótari og stuttligari hjá umsøkjarum og arbeiðsplássum.
Les meiraAlmannaverkið hevur ein avgerandi leiklut í føroyska samfelagnum. Meira enn 16.000 borgarar í Føroyum fáa hvørt ár ymsar tænastur frá Almannaverkinum.
Les meiraApoteksverk Føroya er almennur stovnur undir Heilsumálaráðnum, sum hevur einkarrætt at innflyta, framleiða og selja heilivág í Føroyum
Les meiraArticon hevur serligan førleika innan jørð-, kloakk-, betongarbeiði, byggibúgving, vega- og havnagerð, fjarhita, timbur- og snikkaraarbeiði eins og ymisk apteringsarbeiði, tá skip verða bygd ella umvæld.
Les meiraAtlantic Airways er ein altjóða fyritøka og einasta føroyska flogfelagið. Vit knýta Føroyar nærri umheiminum og gera Føroyar atkomuligar, eins og vit knýta oyggjarnar saman (tyrluflúgving) og skapa tryggleika.
Vit eru eitt samtak við bankavirksemi í Føroyum og Grønlandi, umframt tryggingarvirksemi og ognarmeklaravirksemi í Føroyum. Hjá okkum starvast yvir 200 fólk innan m.a. búskap, roknskap, samskifti, HR og IT.
Vælkomin at bíleggja eitt jobprát við okkum.
Vælkomin at bíleggja Jobprát hjá okkum.
Vit eru eitt fjølbroytt samtak við yvir 300 starvsfólkum við nógvum ymiskum førleikum.
Vit gleða okkum at luttaka á Jobmatch 2022!
Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur.
Faroe Ship er millum størstu flutningsfyritøkur í Føroyum við umleið 130 starvsfólkum. Faroe Ship veitir tænastu innan øll flutningsøki, so sum sjófrakt, flogfrakt, koyring og warehousing. Harumframt hevur Faroe Ship kuldagoymslu og agency tænastu.
Les meiraHug at starvast í einari fyritøku, har tú kanst seta títt persónliga fingramerki umframt verða við til at ávirka eitt virksemi í stórum vøkstri?
FarPay heldur fram við at økjast, serstakliga á útlendska marknaðinum. Í dag hava vit nærum 1.000 kundar, ið nýta FarPay til at handfara fakturar og gjøld.
Fiskaaling er eitt alment partafelag, sum fevnir um virkisøkini gransking og menning umframt ráðgeving og tænastur
Les meiraFormula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Les meiraHevur tú eitt hugskot ella eina verkætlan, men ikki neyðuga kapitalin, so er Framtak møguliga rætti samstarvsfelagin.
Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Hjá kommununi arbeiða umleið 120 starvsfólk, harav 11 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, í Støð 5 og Karvatoftir 6
Les meiraVið lóg skal landið byggjast! Føroya Politi er eitt fjølbroytt arbeiðspláss í støðugari menning. Vit eru áleið 170 starvsfelagar, ið arbeiða innanfyri tríggjar geirar; tann politifakliga, tann fyrisitingarliga og ákæruvaldið. Hetta merkir at starvs – og útbúgvingarleiðirnar hjá okkum eru sera fjølbroyttar, og at møguleiki er fyri at júst tú byrjar tína starvsleið hjá okkum.
Les meiraFøroya Tele er samtak við móðurfelag og dótturfeløgum FT Samskifti, NET, Shefa og Televarpið. Vit eru nærum 200 starvsfólk í samtakinum, og vit hava fjølbroyttar útbúgvingar og starvsgreinar innan eitt nú verkfrøði, teldufrøði, handil, tænastu, elekronikk, búskap, samskifti, marknaðarførslu og roknskap.
Les meiraGjaldstovan er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum. Síðani hon varð stovnað í 1939, hevur Gjaldstovan verið kjarnin í allari almennari búskaparstýring í Føroyum.
Les meiraGlobe Tracker framleiðir og mennir útgerð og forrit til sporing, eftirlit og stýring av køli- og frystibingjum. Globe Tracker hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og í Sarasota í Florida, umframt smærri skrivstovur í Reykjavík, Rotterdam, Hamburg og Singapore.
Les meiraHug at granska? Vit geva góð ráð á Jobmatch. Í Føroyum eru góðir møguleikar at granska. Vit hava eitt gott granskingarumhvørvi við fróðskaparsetri, sektorgranskingarstovnum og fyritøkum við gransking og menning.
Les meiraHagstovan er almenni hagtalsmyndugleikin í Føroyum. Her leggja vit dent á at framleiða mest avgerandi samfelagsligu hagtølini.
Les meiraHavsbrún er ein av teimum stóru fyritøkunum í Føroyum. Virkið byrjaði framleiðslu av fiskamjøli og lýsi í 1966, og er henda framleiðslan enn ein av hornasteinunum undir Havsbrún.
Les meiraÁ Heilsufrøðiligu starvsstovuni arbeiða vit við kanning, kunning og eftirliti av matvørum og djórasjúkum.
Les meiraHiddenFjord er ein føroysk familju fyritøka, ið hevur røtur aftur í 1887. Vit ala burðardyggan laks og selja hann runt um allan heimin, frá Noma í Keypmannahavn til Le Bernardin í New York.
Les meiraHilton Garden Inn Faroe Islands er fyrsta altjóða hotell í Føroyum. Eitt sjaldan vakurt og nútíðarligt hotell við stórfingnum kringsýni yvir føroyskt umhvørvi. Hilton Garden Inn Faroe Islands er ímyndin av norðurlendskum marglæti og hugna í Føroyum.
Les meiraHotel Brandan er okkara 4 stjørnaða superior hotell í Gundadali, ið miðjar ímóti at veita eina serstaka, grøna og føroyska tænastu. Hotel Brandan hevur 124 kømur og góðar fundar- og veitsluhentleikar. Vit stremba hvønn dag eftir at verja umhvørvið – og í septembur 2020, vórðu vit Green Key góðkend, ið er altjóða umhvørvismerkið hjá gestavinnuni.
Hotel Hafnia er okkara livandi 3-stjørnaða superior hotell mitt í Havnini, ið miðjar ímóti at gestirnir altíð føla seg vælkomnar og hava hug at venda aftur til okkara. Hotel Hafnia hevur 79 kømur, 4 smáttur og 4 stjørnað fundar- og veitsluhentleikar. Harumframt er hugnaliga Kafé Kaspar og sjarmerandi matstovan Katrina Christiansen, partur av Hotel Hafnia.
Les meiraHugskotið, sum er íverksetarahúsið hjá Tórshavnar Kommunu, bjóðar íverksetarum og fyritøkum vegleiðing og góðar karmar
Les meiraÍverksetarahúsið hevur síðani tað varð sett á stovn í 2007 havt sum aðalmál at stimbra og hjálpa íverksetarum, umframt at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum, og soleiðis styðja upp undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í Føroyum.
Les meiraJ&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði.
Les meiraKBI er ein heildarveitari til føroyska vinnulívið. Gerandisdagurin fevnur um at selja til alskins vinnugreinar, so sum fiskivinnuna, alivinnuna, framleiðsluvinnuna og HoReCa (hotellir). Fyritøkan hevur høvuðsskrivstovu í Klaksvík.
Undir KBI samtakinum hoyra eisini fyritøkurnar Tín lásasmiðjur, Pólar og Solberg til. Hjá okkum er tí sera fjølbroyttir starvsmøguleikar, har ongin dagur er líka.
Her ganga vinna og mentan lið við lið. Í Klaksvík eru óteljandi møguleikar, har eitt fjøltáttað vinnulív hevur nógv at bjóða
Les meiraKlaksvíkar Sleipistøð (KSS) er skipasmiðja sum liggur í Klaksvík. Umframt sjálva skipasmiðjuna/bedingina er motorverkstaður, sveisihøll, goymsla og skrivstova alt á sama stað.
Dagligu uppgávurnar hjá KSS fevna um umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiði av skipum og bátum, umframt yvirháling og umvæling av motorum og øðum maskinbúnaði. Haraftrat er uppsøkjandi søla til kundar bæði á landi og sjógvi, í Føroyum eins væl og uttanlands
Klintra er ein vitanartung KT-fyritøka, ið raðfestir vitan, førleikar og royndir. Fólkið, við servitan innan mong virkisøki, er væl kent á føroyska KT-marknaðinum. Sermentar dygdarloysnir og ráðgeving, er okkara høvuðseyðkenni.
Les meiraKodio er ein kreativ samskiftisfyritøka, ið veitir tíðarhóskandi snið og heimasíðuloysnir. Vit eru sett saman av einum hópi av eldhugaðum fólki, sum hvønn dag arbeiða við at broyta talgildar avbjóðingar til skapandi loysnir.
Les meiraKringvarp Føroya er ein sjálvstøðugur, almennur stovnur við meira enn 60 árum á baki. Kringvarpið virkar óheft av politisku skipanini og er einasti public service-miðil í Føroyum.
Les meiraLandsbanki Føroya er ein almennur greiningarstovnur, sum virkar fyri fíggjarligum støðufesti, tað vil siga einum tryggum fíggjarkervi og einum høgum kredittvirði í Føroyum.
Les meiraÍ landsfyrisitingini arbeiða fólk við útbúgving innan m.a. stjórnmálafrøði, løgfrøði, búskaparfrøði, samfelagsfrøði, málfrøði, heilsufrøði og innan fleiri onnur øki við.
Les meiraLunnar er ein KT-fyritøka, sum hevur fokus á brúkaraupplivingar. Vit hjúkla um snið og elska tøkni. Vit eru átta fólk, sum dagliga arbeiða við at loysa veruligar trupulleikar við talgildum loysnum.
Les meiraMEST strembar eftir at veita kundunum álítandi loysnir. Vit vita, at álit er tað, sum heldur í longdini, og sum ger at okkara kundar koma aftur. Tí verður alt okkara virksemi lagt til rættis eftir hesari stremban. Umleið 500 starvsfólk starvast á okkara deildum í Havn, á Skála og í Runavík innan ymisk handverksfak og fyrisitingarøkið
Les meiraHjá Mowi arbeiða vit í samljóði við havið fyri at framleiða føðsluríkt og vælsmakkandi hágóðskusjógæti.
Les meiraNema vil veita loysnir ið skapa virði fyri kundan. Í samstarvi við kundan, saman við góðum førleikum og vørum, kunnu vit bjóða dygdargóðar og kappingarførar loysnir innan KT-útgerð, KT-skipanir, skrivstovulutir, innbúgv og support. Alt ið krevst hjá fyritøkum at trívast, mennast og vaksa
Les meiraNofitech sniðgevur og veitir RAS-heildarloysnir til aling á landi.
Les meiraOcean Rainforest er eitt føroyskt felag stovnað í 2007, við endamálinum at ala tara á sjónum fyri at upptaka CO2 og hervið verða ein liður í at mótarbeiða verðurlagsbroytinginum.
Ocean Rainforest arbeiðir við framleiðslu av aldum tara, og telist í dag millum størstu taraalarar í Europa og norður Amerika.
Petur Larsen p/f hevur serkunnleika í at veita maskinur, tænastur og ráðgeving til fiski- og alivinnuna á føroyska og altjóða marknaðinum.
Les meiraVit knýta húski, fyritøkur og stovnar saman við land-, sjó- og loftvegis flutningi
Les meiraKom til eitt prát um eina ta skjótast vaksandi kommununa í Føroyum. Fjølbroytt og sterk vinna, skúli, ítróttur og mentan leggja lunnar undir lívið í økinum.
Les meiraSansir veitir sterka marknaðarføring og samskifti á øllum miðlum og arbeiða við virkissamleika, branding og marketing.
Les meiraSendistovan skapar meirvirði gjøgnum design.
Gott design gevur hægri kiloprís, skapar størri kundaloyalitet, ger samskifti effektivari og gevur brúkaranum størri sjálvsálit. Gott design kann vera avgerandi munurin, hvørt ein vøra verður keypt ella ikki.
SEV eitt týðandi og spennandi arbeiðspláss. SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 150 fólk starvast fulla tíð í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing.
Les meiraSjókovin er ein privatur, óheftur, ikki-vinnuligur granskingargrunnur við endamálunum at stimbra burðardygga menning og nýskapan í føroyskari fiski- og alivinnu við at veita vitanartænastur gjøgnum gransking og luttøku í altjóða verkætlanum til tess at bera nýggja vitan til Føroya og føroyska vitan út í heim
Les meiraSjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Les meiraSkansi Offshore luttekur eisini á Jobmatch 2022
Les meiraSkyn er ognarmeklaravirkið og dótturfelag hjá BankNordik. Virksemið hjá Skyn er mekling og ráðgeving í sambandi við keyp og sølu av fastogn. 10 fólk eru í starvi hjá Skyn.
Les meiraSMJ er ein fyritøka, ið veitir ráðgeving innan geirarnar Bygging, Aling, Orku og Vatn. SMJ var stovnað í 1969 av Sofus M. Jakobsen, og hevur síðan stovnan lagt dent á at veita dygdargóða ráðgeving innan installatiónsteknisku fákini. SMJ hevur í dag 40 fólk í starvi, við skrivstovum í Tórshavn, Klaksvík og í Keypmannahavn.
Les meiraHøvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines og Akranes og rekur farmaskipið Mistral. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.
Les meiraSNA er ein norðurlendsk arkitektafyritøka, sum hevur høvuðssæti í Tórshavn og eina deild í Keypmannahavn. SNA hevur síðan stovnan í 2001 ment seg til at gerast tað størsta arkitektavirkið í Føroyum. SNA hevur drúgvar royndir frá nógvum almennum, kommunalum og privatum byggiverkætlanum.
Les meiraStarvsfelagið er fakfelagið hjá teimum, sum arbeiða innan almenna fyrisiting. Vit veita hjálp og ráðgeving um rættindi, løn og sáttmálaviðurskifti.
Les meiraStrandfaraskip Landsins er ein stovnur við spjaddum virksemi kring landið, ið virkar allar dagar í vikuni, eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Les meiraStýr er ein ráðgevarafyritøka við servitan um KT og fíggjarstýring. Kjarnan í virkseminum hjá Stýr er KT-skipanir frá Microsoft, serliga Business Central og Power Platform.
Les meiraTalgildu Føroyar reka og menna talgilda undirstøðukervið í Føroyum. Vit eru partur av Gjaldstovuni.
Les meiraTrygd er eitt nútímans tryggingarfelag, ið bjóðar øll sløg av skaðatryggingum til privatpersónar og virkir. 27 fólk eru í starvi hjá Trygd, ið er dótturfelag hjá BankNordik.
Les meiraLÍV er eitt lívstryggingar- og eftirlønarfelag, sum umsitur stóran part av uppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum. Á LÍV starvast 30 starvsfólk.
Les meiraUmhvørvisstovan hevur nógvar uppgávur undir sama taki. Umhvørvisvernd hoyrist í navninum, men stovnurin hevur eisini ábyrgd av land- og sjókortum, matrikli, tinglýsing, landsfólkayvirliti, orkumenning, elveitingareftirliti og skógrøkt.
Les meiraKommunan, sum gongur á odda, bæði tá tað kemur til nýhugsan og trivnað. Vágs Kommuna og vinnulívið í Vági vilja fegin samstarva um verkætlanir og starvsvening.
Les meiraVinnuframi er ein almennur grunnur, ið stuðlar vinnuni í avmarkaðan mun. Grunnurin stuðlar verkætlanum, sum fjáltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan.
Les meiraÁ Jobmatch 2022 kanst tú hitta Brúkaraumboðið, Kappingareftirlitið, Skráseting Føroya og Útlendingastovuna.
Les meiraVIRKA er ein samskiftisfyritøka, sum hevur til endamáls at framleiða munagott samskifti og sterkar loysnir.
Les meiraVisit Faroe Islands arbeiðir við at marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðamál. Á Visit Faroe Islands arbeiða 9 starvsfólk.
Les meiraFerðavinnan í Føroyum er í vøkstri, og økta ferðafólkatalið setir størri krøv til hesa vinnu úti í økjunum.
Les meiraJobmatch gevir tær møgulleika, at práta við ymiskar fyritøkur á tiltakinum, og vilja vit eyggja teg til tað. Hetta er sjálvandi púra ókeypis!
Melda til við JobPrátTað bar sjálvandi eisini til, at melda teg til Jobmatch uttan at bíleggja prát við fyritøkur. Tó vilja vit eyggja teg til, at gera tað.
Melda til uttan JobPrát