Jobmatch 2008-2020

Jobmatch starvsstevnan er eitt afturvendandi tiltak, sum hevur verið bæði í 2008, 2010, 2011, 2012, 2013, 2014, 2015, 2016, 2017, 2018, 2019, 2020 og verður nú aftur í 2021.

Jobmatch 2020 (talgilt)
Hesar fyritøkur, stovnar og kommunur luttóku á talgilda Jobmatch 2020:
Almannaverkið, ArtiCon, Bakkafrost, Havnsbrún, BankNordik, Betri, Effo, Elektron, Fiskaaling, Formula, Fuglafjarðar kommuna, Gjaldstova Føroya, Talgildu Føroyar, Hagstova Føroya, Henning Larsen Arkitektar, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, HiddenFjord, J&K Petersen, Kringvarp Føroya, Landsbanki Føroya, NEMA, Memlia, Ocean Rainforest, Petur Larsen, Posta, Runavíkar kommuna, Visit Runavík, Sendistovur Føroya, Fróðskaparsetur Føroya, Sjókovin, Stýr, Tjóðsavnið, Tórshavnar kommuna, Hugskotið, Visit Tórshavn, Umhvørvisstovan, Varðin Pelagic, Vegleiðingarstovan, Vinnuháskúlin og Virka.

Jobmatch 2019
Hesar fyritøkur, stovnar og kommunur luttóku á Jobmatch 2019:
Almannaverkið, Apotekið, ArtiCon, Arbeiðsloysisskipanin, Atlantic Airways, Bakkafrost, Betri, Effo, Elektron, Fiskaaling, Formula, Fótbólt Samband Føroya, Framtak, Fróðskaparsetur Føroya, Fuglafjarðar kommuna, Føroya Tele, Gjaldstovan, Granskingarráðið, Hagstovan, Havsbrún, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Hey, HiddenFjord, Hilton Garden Inn, Hotel Brandan, Hotel Hafnia, Hugskotið, Íverksetarahúsið, J & K Petersen, Klaksvíkar kommuna, Klintra, Kringvarp Føroya, Landsbanki Føroya, Landsfyrisitingin, Landssjúkrahúsið, Landsverk, MEST, Nema, Ocean Rainforest, Posta, Runavíkar kommuna, Sansir, Sendistovan, SEV, Smyril Line, Smyrilline Cargo, SNA Selmar Nielsen Arkitektur, STÝR, Sørvágs kommuna, TAKS, Talgildu Føroyar, Tórshavnar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vága kommuna, Varðin Pelagic, Vinnuframi, Vinnuháskúlin, Visit Faroe Islands, Visit Runavík, Visit Vágar.

Jobmatch 2018
Hesar fyritøkur, stovnar og kommunur luttóku á Jobmatch 2018:
Almannaverkið, Apotekið, ArtiCon, Arbeiðsloysisskipanin, Atlantic Airways, Bakkafrost, Betri, Elektron, Fiskaaling, Formula, Framtak, Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Tele, Gjaldstovan, Granskingarráðið, Hagstovan, Havsbrún, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Hey, HiddenFjord, Hugskotið, Íverksetarahúsið, J & K Petersen, Klaksvíkar kommuna, Klintra, Kringvarp Føroya, Landsbanki Føroya, Landsfyrisitingin, Landssjúkrahúsið, Landsverk, MEST, Nema, Norðoya Bú- og heimatænasta, Ocean Rainforest, Petur Larsen, Posta, Runavíkar kommuna, Sansir, Sendistovan, SEV, SJM Ráðgevandi Verkfrøðingar, Smyril Line, Smyrilline Cargo, SNA Selmar Nielsen Arkitektur, Sunda kommuna, Synack, Syntesa, Sørvágs kommuna, TAKS, Talgildu Føroyar, TecCare, Tórshavnar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vága Floghavn, Vága kommuna, Vinnuframi, Vinnuháskúlin, Visit Faroe Islands, Visit Runavík, Visit Vágar.

Jobmatch 2017
Hesar fyritøkur, stovnar og kommunur luttóku á Jobmatch 2017:
Almannaverkið, Apoteksverkið, Arbeiðsloysisskipanin, ArtiCon, Atlantic Airways, Bakkafrost, Betri P/F, Elektron, Eysturkommuna, Faroe Ship, Fiskaaling, Formula, Føroya Kærustovnur, Føroya Tele, Framtak, Fróðskaparsetur Føroya, Fuglafjarðar kommuna, Gjaldstovan, Granskingarráðið, Hagstova Føroya, Havsbrún, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, HiddenFjord, Hugskotið, Íverksetarahúsið, J&K Petersen Contractor, Klaksvíkar kommuna, Klintra, Knassar, Landsbanki Føroya, Landsfyrisitingin, Landssjúkrahúsið, Landsverk, LBF, MEST, Ocean Rainforest, Petur Larsen, Posta, Runavíkar kommuna, Sansir, Sendistovan, SEV, Sunda kommuna, Synack, Syntesa, TAKS, Tøkni, Tórshavnar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vinnuframi, Vinnuháskúlin, Vinnuhúsið, Visit Norðoy og Visit Runavík.

Jobmatch 2016
Hesar fyritøkur, stovnar og kommunur luttóku á Jobmatch 2016:
Almannaverkið, ALS, Apoteksverkið, Articon, Atlantic Airways, Bakkafrost, Betri Pensjón, Eik, Elektron, Faroe Ship, Fiskaaling, Formula, Føroya Tele, Fróðskaparsetur Føroya, Fuglafjarðar kommuna, Gjaldstovan, Granskingarráðið, Hagstova Føroya, Havsbrún, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Hugskotið, Klaksvíkar kommuna, Klintra, Knassar, Landsfyrisitingin, Landssjúkrahúsið, Landsverk, Luna, MEST, Ocean Rainforest, Petur Larsen, Posta, Runavíkar kommuna, Sansir, Sendistovan, SEV, Sunda kommuna, Syntesa, TAKS, Tórshavnar kommuna, Tryggingarfelagið Føroyar, Tvøroyrar kommuna, Vinnuhúsið og Visit Norðoy.

Jobmatch 2015
Eins og tvey tey undanfarnu árini varð Jobmatch starvsstevnan hildin í Norðurlandahúsinum.

Bæði starvsøkjandi og fyritøkur vóru sera væl nøgd við tiltakið, sum varð hildið millum jóla og nýggjárs í fjør, har met nógvar fyritøkur, stovnar og kommunur luttóku. Eisini vóru nógv vitjandi inni á gólvinum hendan dagin.

Hesar fyritøkur, stovnar og kommunur luttóku á Jobmatch 2015:
Almannaverkið, ALS, Apoteksverkið, Articon, Bakkafrost, BankNordik, Betri Pensjón, Eik, Fiskaaling, Formula, Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Tele, Gjaldstovan, Hagstova Føroya, Havsbrún, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Klaksvíkar Kommuna, Knassar, Knud E. Hansen, Landsfyrisitingin, Landssjúkrahúsið, Landsverk, LBF, MFS, Norðoyar Kunningarstova, Ocean Rainforest, Posta, Runavíkar kommuna, Sansir, Sendistovan, SEV, Skyn, SNA, Sunda kommuna, Syntesa, Tórshavnar kommuna, Trygd, Tryggingin, Vinnuhúsið Visit Faroe Islands.

Jobmatch 2014
Fyri áhaldandi at menna og vaksa um Jobmatch tiltakið flutti starvsstevnan í fjør niðan í Norðurlandahúsið. Hetta royndist stak væl, og hava fyrireikararnir tískil valt, at húsið eisini skal verða karmur um Jobmatch 2015, sum í ár verður týsdagin 29. Desember.

Hesar fyritøkur, stovnar og kommunur luttóku á Jobmatch 2014:
Almannaverkið, Arbeiðsloysisskipanin, Bakkafrost, Betri Pensjón, Eik Banki, Eysturkommuna, Fiskaaling, Formula, Fróðskaparsetrið, Føroya Tele, Gjaldstovan, Granskingarráðið, Havsbrún, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Hugskotið, KJ Hydralik, Klaksvíkar kommuna, Knassar, Landsfyrisitingin, Landssjúkrahúsið, Landsverk, NEMA, Ocean Rainforest, Posta, Runavíkar kommuna, Sansir, Sendistovan, Sunda kommuna, Syntesa, Tórshavnar kommuna, Tryggingarfelagið Føroyar, Vinnuhúsið, Visit Faroe Islands, Visit Tórshavn og Vodafone.

Jobmatch 2013
Eins og undanfarin ár varð Jobmatch starvsstevnan hildin niðri á Østrøm.

Bæði starvsøkjandi og fyritøkur vóru sera væl nøgd við tiltakið, sum varð hildið millum jóla og nýggjárs í fjør. Stýrisbólkurin fyri Jobmatch hevur viðgjørt eftirmetingarnar av stevnuni, sum var tann størsta í vavi higartil við 30% fleiri fyritøkum og stovnum og 40% fleiri vitjandi í mun til í árið fyri.

Hesar fyritøkur, stovnar og kommunur luttóku á Jobmatch 2013:
Almannaverkið, Atlantic Airways, Atlantic Petroleum, Bakkafrost, Betri Pensjón, Eik Banki, Elektron, Eysturkommuna, Fiskaaling, Formula, Fróðskaparsetrið, Føroya Tele, Granskingarráðið, Havsbrún, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Klaksvíkar kommuna, Knassar, Knud E. Hansen, Landsfyrisitingin, Landssjúkrahúsið, Landsverk, NEMA, Posta, Runavíkar kommuna, Sansir, Sendistovan, Skansi Offshore, Starv.fo, Taks, Tórshavnar kommuna, Tryggingarfelagið Føroyar, Umhvørvisstovan, og Visit Faroe Islands

Jobmatch 2012
Jobmatch 2012 fylgdi sama leisti sum árið undan, har tiltakið varð hildið í Østrøm.

Fyri at røkka enn fleiri av okkara vitanartilfeingi, sum lesa í og uttanfyri Føroyar varð Jobmatch 2011 starvsstevnan, sum nakað nýtt, hildin í Føroyum. Hetta fyri áhaldandi at viðlíkahalda sambandið við okkara ungu og fyri at fáa hesi til í størri mun at velja Føroyar til, tá tey skulu velja, hvar tey skulu búsetast og arbeiða. Hesin leistur varð endurtikin seinasta ár og nú aftur í 2013.

Tað føroyska samfelagið og vinnan hevur altíð tørv á dugnaligari arbeiðsmegi. Staðfestast kann, at hørð kapping er um hendan málbólk. Útlendskar fyritøkur seta seg javnan í samband við tey lesandi. Tí er umráðandi, at føroyski arbeiðsmarknaðurin við jøvnum millumbilum eisini bjóðar seg fram í hesi kapping.

Sum nakað nýtt á Jobmatch 2012 varð skipað fyri eini kvøldsetu, einum sonevndum”netverkstiltaki”, har røður, kjakfundur og tónleikur vóru á skránni.

Hesar fyritøkur og stovnar luttóku á Jobmatch 2012:
Almannaverkið, Articon, Atlantic Airways, Atlantic Petroleum, Bakkafrost, BankNordik, Elektron, Eystur kommuna, Ferðaráð Føroya, Fiskaaling, Formula, Fróðskaparsetrið, Granskingarráðið, Havsbrún, Landsfyrisitingin, Landssjúkrahúsið, Landsverk, NEMA, Sendistova, Skansi Offshore, Smyril Line, Syntesa, Starv.fo, Tórshavnar kommuna, Umhvørvisstovan.

Jobmatch 2011
Fyri at røkka enn fleiri av okkara vitanartilfeingi, sum lesa í og uttan fyri Føroyar varð Jobmatch 2011 starvsstevnan, sum nakað nýtt, hildin í Føroyum. Hetta fyri áhaldandi at viðlíkahalda sambandið við okkara ungu og fyri at fáa hesi til í størri mun at velja Føroyar til, tá tey skulu velja, hvar tey skulu búsetast og arbeiða.

Eftirmetingin av tiltakinum vísti, at tey vitjandi komu úr øllum heraðshornum – Danmark, Noreg, Ongland, Belgia, Spania, Frakland, Pólland, USA og Kina.

Tað føroyska samfelagið og vinnan hevur altíð tørv á dugnaligari arbeiðsmegi. Staðfestast kann, at hørð kapping er um hendan málbólk. Útlendskar fyritøkur seta seg javnan í samband við tey lesandi. Tí er umráðandi, at føroyski arbeiðsmarknaðurin við jøvnum millumbilum eisini bjóðar seg fram í hesi kapping.

Hesar fyritøkur og stovnar luttóku á Jobmatch 2011:
Articon, Atlantic Airways, Atlantic Petroleum, Bakkafrost, Elektron, Fiskaaling, Føroya Tele, Kunningarstovan í Tórshavn, LBF, Landsfyrisitingin, Landssjúkrahúsið, Landsverk, NEMA, Nærverk/Almannastovan, Sendistovan, Setrið, Simprentis, Starv.fo, Tórshavnar kommuna, Umhvørvisstovan og Vodafone.

Jobmatch 2010
Endamálið við Jobmatch er at skapa og viðlíkahalda samband millum føroyskar fyritøkur og stovnar, lesandi og útbúnar útisetar. Hetta verður gjørt fyri at tryggja framhaldandi vøkstur og menning av tí føroyska samfelagnum.

Fyri áhaldandi at viðlíkahalda sambandið við útisetar og fyri at fáa føroyska útisetan til í størri mun at velja Føroyar, tá hesi skulu velja, hvar tey skulu búsetast og arbeiða, bleiv tiltakið endurtikið á heysti 2010. Tiltakið var tillaga tí búskaparstøðu føroyska samfelagið var í, og var starvsstevnan tí eisini minni í vavi enn í 2008, og luttøkan somuleiðis. Men tiltakið fekk góð umælir.

Hesar fyritøkur og stovnar luttóku á Jobmatch 2010:
Atlantic Airways, Atlantic Petroleum, BankNordik, Bitland, Elektron, Desicion3, Fiskaaling, Formula, Havsbrún, Landsbanki Føroya, Landsfyrisitingin, NEMA, NOTA, Sansir, Simprentis, Starv.fo, Tórshavnar kommuna og Vodafone.

Jobmatch 2008
Í september 2008 fór tann fyrsta Jobmatch starvstevnan av bakkastokki í Keypmannahavn. Yvir 20 ymiskar føroyskar fyritøkur og stovnar luttóku. Nógvir útisetar høvdu leita sær út á Norðurbryggjuna til eitt sokallað JobPrát, har tey fingu høvið til at bjóða seg fram umframt at hoyra, hvat hesar fyritøkur og stovnar høvdu at bjóða.

Jobmatch 2008 var eitt væleydnað tiltak. Hetta vísti eftirmetingin, sum bleiv gjørd í samband við Jobmatch 2008. Hendan vísti, at stórt nøgdsemi var við Jobmatch tiltakið, og fólk hildu seg fáa nógv burturúr. Yvir 90% av teim vitjandi og luttakandi fyritøkum og stovnum hildu, at tiltakið var væl fyriskipað. Heli 19% av teim spurdu fingu ítøkiligt starvstilboð, umframt at fleiri setanir spurdist burturúr tiltakinum. Afturat hesum bleiv samband knýtt millum útisetan og tær føroysku fyritøkurnar og stovnarnar.

Hesar fyritøkur og stovnar luttóku á Jobmatch 2008
Almannastovan, Atlantic Airways, Bitland, Bitland Consulting Group, Elektron, Fiskaaling, Formula, Føroya Banki, Granskingarráðið, Heilsuverkið, Kleking, LBF, Landsbanki Føroya, Landsverk, Miðfyrisitingin, Nema, Nærverk, SamVit, Sansir, Starv.fo og Tórshavnar Kommuna.