Fróðskaparsetur Føroya er landsins størsti granskingarstovnur við 50 granskarum, 30 ph.d.-lesandi og seks granskingardeplum, ið fevna um ymiskar vísindagreinar. Vit leita støðugt eftir nýggjum granskingarsamstørvum við privata og almenna geiran, so kom á bás 72 til eitt prát.
Rótin er føroysk og útsýnið altjóða
(In English below)
Sum landsins fremsti granskingarstovnur við 50 granskarum, 30 ph.d.-lesandi og seks granskingardeplum leita vit altíð eftir nýggjum granskingarevnum og -samstørvum
Fróðskaparsetrið hevur skyldu til at nøkta átrokandi tørv á vitan í Føroyum. Brúk er fyri burðardyggum og tryggum loysnum, ið tryggjar skynsama nýtslu av m.a. tilfeingi, tøkni og vitlíki.
Framstig krevja tvørfakligt samstarv, gransking og hægri útbúgving.
Í samstarvi við uttanhýsis áhugapartar strembar Fróðskaparsetrið eftir at fáa fígging til vega, og harvið menna granskingarførleikar og tilhoyrandi granskingargrundað útbúgvingartilboð.
Vilt tú vita meir um Fróðskaparsetrið – vitjað heimasíðu okkara ella les meira her
—
University of the Faroe Islands
Rooted in the Faroes, with a global outreach
As the nation’s leading research institution, with 50 researchers, 30 PhD candidates, and six research centres, we are continuously seeking new research collaborations. Meet us at booth 72 for an unformal talk.
The University has a responsibility to meet the urgent societal needs for research-based knowledge in the Faroe Islands. There is a growing demand for sustainable and reliable solutions, and for a rational use of resources, technology and expertise.
Progress depends on interdisciplinary collaboration, research, and higher education.
In collaboration with external partners, the University aims to secure funding to further develop research capacity and to offer corresponding research-based educational programmes.
Bílegg jobprát