Fyrireiking
Fá sum best burturúr Jobmatch
(In English below)
Tað eru fleiri hættir at gagnýta jobmatch til tín fyrimun. Endamálið við Jobmatch er at skapa samband millum virkir og stovnar og framtíðar starvsfólk. Her eru nøkur ráð til tín um, hvussu tú kanst fáa sum mest burturúr Jobmatch í dag, og hvussu tú kanst brúka tína vitjan framyvir.
Fyri at luttaka meldar man til tiltakið við at trýsta á grøna ‘Melda til’ knøttin ovast í høgra hornið. Um tú hevur luttikið á Jobmatch áður, hevur tú longu ein brúkara, og skal bert rita inn við at trýsta á bláa ‘Rita inn’ knøttin. Um tú hevur gloymt loyniorðið, er møguligt at nulstilla loyniorði og gera eitt nýtt.
Um tú teknar til undan Jobmatch, gera vit bringumerkið til tín, so tað er klárt, tá tú kemur niðan í Norðurlandahúsið tann 30. desember. Tá sleppur tú undan køini. Um tú meldar til við dyrnar, gera vit bringumerki, tá tú kemur.
1. Hvat vilt tú fáa burturúr?
Ger tær greitt, hvat tú vilt fáa burturúr Jobmatch í mun til tær framtíðarætlanir tú hevur. Skalt tú undir at skriva høvuðsuppgávu, kanst tú spyrja teg fyri hjá virkjunum og stovnunum um møgulig uppgávuevni; um tú vilt fáa innlit í tann føroyska arbeiðsmarknaðin, ræður um at vitja so nógvar básar, sum til ber; hevur tú lokið útbúgving og vilt frætta um ítøkiligar starvsmøguleikar, sum hóska til tín, so er skilabest at geva tær góðar stundir á færri básum. Um tú ert tilvitaður um tínar framtíðarætlanir, er mangan lættari at koma á tal við fyritøkur og stovnar, um júst tað tú ynskir.
2. Bílegg eitt JobPrát
Tryggja tær talutíð við teir luttakarar, tú kundi hugsað tær at tosað við á Jobmatch, og bílegg eitt JobPrát undan starvstevnuni. Eitt JobPrát er ein óformlig samrøða, har tú fært høvið at greiða frá um teg sjálvan og hoyra um luttakaran. Um tú hevur spurningar til luttakaran, er tað upplagt at nýta JobPráti til at fáa hesar svaraðar. Eitt JobPrát kann eitt nú nýtast til at tosa um størv, starvsvenjingarmøguleikar, ella samstarv um skrivligar uppgávur í samband við lesnaðin. JobPrátið kann bíleggjast fram til 29. desember kl 12.00 inni á jobmatch.fo.
3. Brúka jobmatch.fo
Á Jobmatch heimasíðuni er lýsing av øllum luttakarunum á starvsstevnuni. Við at lesa hesar lýsingar, kanst tú fáa eitt innlit í, hvat fyritøkurnar og stovnarnir fáast við, og um hesi kundu verið eitt áhugavert arbeiðspláss fyri teg. Eisini fært tú á jobmatch.fo yvirlit yvir leys størv, starvsvenjing, og verkætlanarevni. Møguliga er okkurt heilt ítøkiligt hjá tær at fara eftir.
4. Lurta eftir fyrilestrum
Í fyrilestrarhølinum vera áhugaverdar framløgur allan dagin. Her hevur tú m.a. møguleika fyri at fáa íblástur til, hvørjar fyrireikingar tú skalt gera í mun til at finna rætta starvið í Føroyum. Eisini hava fleiri fyritøkur og stovnar framløgur um sítt arbeiðspláss. Hetta er eitt gott høvi at hoyra um starvsmøguleikar uttan at føra eina samrøðu beinleiðis við arbeiðsgevaran. Tó, um tú skuldi spurt ein spurning, kanst tú vænta at arbeiðsgevarin minnist teg, tá tú vitjar básin aftaná fyri at frætta meira.
5. Brót ísin fyrst
Minst til at Jobmatch er til, fyri at tú kanst tosa við fyritøkur og stovnar um arbeiðsmøguleikar, uppgávuevni ella starvsvenjing. Teir arbeiðsgevarar, sum eru í Norðurlandahúsinum á Jobmatch, eru har fyri at greiða frá um teirra arbeiðspláss og fyri at kunna seg um, hvør tú ert, og hvørjar førleikar tú hevur. Tí er tað bara at halda teg framat og fáa sum mest burturúr.
6. Vitja onkran tú ikki kennir
Tað er vert at hava í huga, at á ymisku básunum eru m.a. starvsfólkaleiðarar, sum eru vanir við at seta fólk í starv. Hesir kunnu siga tær, hvar í teirra virki ella stovni tínir førleikar hóska best. Vitjar tú eina fyritøku ella ein stovn, sum tú ikki kendi frammanundan, kann tað jú henda, at tú fært eitt verkætlanarhugskot, ella at tú sært ein nýggjan arbeiðsmøguleika.
7. Skriva niður og takka fyri prátið
Eitt gott hugskot er, at geva tær stundir at skriva niður, hvat tú hevur tosað við tann einstaka arbeiðsgevaran um. Tú kemur lættliga at brúka nógvar tímar á Jobmatch, og at tosa við fleiri ymiskar fyritøkur og stovnar. Við at skriva niður, hvat tit tosaðu um, kanst tú betur halda skil á hvussu títt CV skal síggja út, og hvussu títt bræv skal orðast, tá tú setur teg í samband við ta einstøku fyritøkuna ella stovnin aftur.
Eitt gott hugskot er at senda ein t-post til tey, tú tosaði við á Jobmatch og takka fyri prátið. Best er at gera skjótt av, meðan arbeiðsgevararnir framvegis minnast teg. Hevur tú fingið áhuga at søkja starv hjá onkrari ella fleiri fyritøkum ella stovnum, er tað nú, tú skal senda eina umsókn. Minst til at nýta tað, tú skrivaði niður eftir prátið á Jobmatch.
8. CV-Tjekk
Á Jobmatch er eisini møguleiki hjá tær at bíleggja tær tíð til eitt CV-tjekk. Tað er ALS (Arbeiðsloysisskipanin) sum tekur sær av hesari uppgávu og fer tað fram á bási teirra í Skálanum. Tú bíleggur JobPrát við tey umvegis JobPrát skipanina á forsíðuni ella undir teirra vanga undir Luttakarar.
9. Karrieru vegleiðing
Eisini er møguligt at fáa karrieru vegleiðing á Jobmatch. Tað er Vegleiðingarstovan, sum tekur sær av vegleiðingini, sum fevnir um vegleiðing innan útbúgvingar-, læru- ella arbeiðsmøguleikar. Endamálið við lívlangari vegleiðing er at vegleiða fólki í øllum aldri at menna seg, hetta verið seg útbúgvingar- ella arbeiðsliga, og at trívast í tí tey takast við. Tú bíleggur tíð til karrieru vegleiðing á forsíðuni ella undir vanganum hjá Vegleiðingarstovuni, sum liggur undir ‘Luttakarar’
—
There are several ways to utilize Jobmatch to your advantage. The purpose of Jobmatch is to create a connection between companies and institutions and future employees. Here are some tips for you on how to get the most out of Jobmatch today and how you can use your visit in the future.
To participate, please register for the event by clicking on the green ‘Melda til’ button in the upper right corner. If you register before the 30th December, we will make the name badge for you, so it is ready when you come to the Nordic House on 30th December. Then you will avoid the queue. If you register at the door, we will make a name tag when you arrive.
1. What do you want to accomplish?
Be clear about what you want to get out of Jobmatch in relation to the future plans you have. To start writing a master’s thesis, you can inquire with the companies and institutions about possible dissertation topics; If you want to get an insight into the Faroese labour market, visit as many booths as possible; If you’ve completed your education and want to learn about concrete job opportunities that are right for you, then it’s best to take your time at fewer booths. If you are conscious of your future plans, it is often easier to reach out to companies and institutions about exactly what you want.
2. Book a JobPrát
Book a JobPrát (JobTalk) before the job fair to make sure you have a ‘one 2 one’ conversation with those participating companies and institutions that you would like to get in contact with on Jobmatch. A JobTalk is an informal interview where you get to talk about yourself and hear about the participant. A JobTalk can be used to talk about jobs, internship opportunities, or collaboration on written assignments related to your studies. JobPrát can be ordered until 29. December at 12 noon on jobmatch.fo
3. Use jobmatch.fo
On the Jobmatch website, there is a description of all the participants at the job fair. By reading these descriptions, you can get an insight into what the companies and institutions are dealing with and whether these could be an interesting workplace for you. In addition, on jobmatch.fo you can find an overview of job vacancies, job training, and project topics. It’s possible that there’s something very concrete for you to go for. Furthermore, prior to the job fair, it has been possible to book a JobTalk with the companies and institutions that are most interesting in relation to your education and desires.
4. Listen to lectures
In the lecture room (Dansistovan), there will be interesting presentations throughout the day. Here you have the opportunity to get inspiration on what preparations you need to make in relation to finding the right job in the Faroe Islands. Also, several companies and institutions have presentations about their workplace. This is a good opportunity to hear about job opportunities without having to have a conversation directly with the employer. However, if you should ask a question, you can expect your employer to remember you when you visit the booth afterwards to hear more.
5. Break the ice first
Remember, Jobmatch exists so that you can talk to companies and institutions about job opportunities, task topics, or job training. The employers who are in the Nordic House on Jobmatch are there to explain about their workplace and to inform themselves about who you are and what skills you have. Therefore, it’s just a matter of moving forward and making the most of it.
6. Visit someone you don’t know
It is worth noting that at the various booths there are HR managers who are used to hiring people. They can tell you where in their company or institution your skills are best suited. If you visit a company or institution that you did not know beforehand, it may happen that you get a project idea or that you see a new job opportunity.
7. Write down and thank them for the talk
A good idea is to give yourself time to write down what you’ve talked to the individual employer about. You can easily spend many hours on Jobmatch, and to talk to a variety of companies and institutions. By writing down what you talked about, it is easier to keep track of what your resume should look like and how your letter should be worded when you contact the individual company or institution again.
A good idea is to send an e-mail to those you talked to on Jobmatch and thank them for the chat. It’s best to decide quickly while your employers still remembers you. If you have received an interest in applying for a job with one or more companies or institutions, now is the time to submit an application. Be sure to use what you wrote down after the chat on Jobmatch.
8. CV check
On Jobmatch, there is also the opportunity for you to book an appointment for a CV check. ALS (Unemployment Administration) will be taking care of this task and the CV-check will take place at their booth in Skálanum. You make an appointment for a CV-Check via the JobPrát system on the front page or under their profile under Participants.
9. Career guidance
at Jobmatch you will also have the opportunity to get career guidance. It is Vegleiðingarstovan that takes care of this task. The career guidance involves both personal and professional matters which includes guidance in the field of educational, learning or employment opportunities. The purpose of life-long guidance is to guide people of all ages to develop, be it educational or professional, and to thrive in whatever they are doing. You book an appointment for career guidance on the front page or under Vegleiðingarstovan’s profile, located under ‘Participants’