Vit eru eldrasamstarv í Vágum, og er endamálið hjá okkum at veita borgarum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu.
Vesturvón virkar fyri at fyribyrgja sjúku, endurmenna mistan førleika, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivnað borgarans. Vit veita røkt og umsorgan.
Tænastur vit veita eru: Visitering, fyribyrgjandi heimavitjanir, heimahjálp, sjúkrarøkt, umlætting, rehabilitering, terapeutiskar venjingar, matartænastu, dagtilboð og bústaðir.
Vit gleða okkum at koma á Jobmatch, og vóna at síggja og hitta nógv fólk.
Vit eru altíð klár til eitt prát, og kunnu greiða nærri frá okkara arbeiði.
Vit ynskja at koma í samband við sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, fysioterapeutar, ergoterapeutar, føðsluatstøðingar, reingerðingsfólk.
Gleðilig jól, vit síggjast á básinum hjá Vesturvón
Les meira um Vesturvón her
Bílegg jobprát