Bakgrund
Í 2008 var fyrsta Jobmatch starvsstevnan hildin á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Eftirmetingin vísti, at stórt nøgdsemi var við Jobmatch tiltakið, og fólk hildu seg fáa nógv burturúr. Útisetar hildu Jobmatch verða eitt dømi um, at tað ikki bert bleiv tosað, men eisini gjørt nakað ítøkiligt fyri at røkka útisetunum, og vísa á tørvin at fáa hesi heimaftur eftir loknan lesna.
Fyri áhaldandi at viðlíkahalda sambandið við útisetar og fyri at fáa føroyska útisetan til í størri mun at velja Føroyar, tá hesi skulu velja, hvar tey skulu búsetast og arbeiða, bleiv tiltakið endurtikið á heysti 2010. Tiltakið var tillaga tí búskaparstøðu føroyska samfelagið var í, og var starvsstevnan tí eisini minni í vavi enn í 2008, og luttøkan somuleiðis. Men undirtøka var fyri tiltakinum, og harumframt varð borið uppá á mál at hava tiltakið um jóltíðir í Føroyum. Hetta fyri at vinnan og tað almenna skulu hava møguleika til at skapa samband við okkara vitanartilfeingi úr øllum Norðanlondum, Onglandi, Føroyum umframt øðrum londum.
Tað føroyska samfelagið og vinnan hevur altíð tørv á dugnaligari arbeiðsmegi. Staðfestast kann, at hørð kapping er um hendan málbólk. Útlendskar fyritøkur seta seg javnan í samband við tey lesandi. Tí er umráðandi, at føroyski arbeiðsmarknaðurin við jøvnum millumbilum eisini bjóðar seg fram í hesi kapping.