Landsbanki Føroya

Í Landsbankanum starvast fólk við útbúgving innan búskaparfrøði og banka. Vit fáast við greining av hagtølum og eru skrivarar fyri Búskaparráðið og Føroya Váðaráð, og røkja harumframt uppgávur innan fígging, íløgurøkt og roknskap. Eisini samstarva vit við lesandi á miðnámi og á Setrinum um uppgávur innan búskap og hava eftir tørvi lesandi í starvi.

Gólvpláss # 34

(In English below)

Landsbanki Føroya er ein almennur greiningarstovnur, sum virkar fyri fíggjarligum støðufesti, tað vil siga einum tryggum fíggjarkervi og einum høgum kredittvirði í Føroyum.

Landsbanki Føroya umsitur eisini landsins gjaldføri og lántøku, og røkir harumframt skrivarauppgávuna hjá bæði Váðaráðnum og Búskaparráðnum.

Í Landsbankanum starvast í løtuni 10 fólk. Landsbanki Føroya hevur harumframt samstarvað við lesandi á fróðskaparsetrinum og á universitetum í Danmark, sum hava skrivað BSc ella MSc ritgerð innan fakøkið hjá Landsbankanum. Eisini veita starvsfólk hjá Landsbankanum vegleiðing og møgulig dátur til lesandi á miðnámi, um áhugi er fyri tí.

www.landsbankin.fo

Landsbanki Faroe Islands

Booth # 34

Landsbankin employs people with education in economics and banking. We deal with the analysis of statistics and are secretaries of the Economic Council and the Faroese Risk Council, and also perform tasks within financing, investment management and accounting. We also cooperate with students in secondary education and at the University of the Faroe Islands on tasks within economics and, if necessary, employ students.

Landsbanki Faroe Islands is a public research institution that promotes financial stability, i.e. a safe financial system and a high credit rating in the Faroe Islands.

Landsbanki Føroya manages Faroe Island’s liquidity and public  debt, and also performs the secretarial duties of both the Risk Council and the Economic Council.

Landsbanki Føroya currently employs 10 people. Landsbanki Føroya has also collaborated with students at the University of the Faroe Islands and universities in Denmark who have written BSc or MSc theses within Landsbankin’s subject area. Also, the staff provide guidance and potential data to high school students if interested.

www.landsbankin.fo

Bílegg jobprát