Undirvísingarstýrið

Undirvísingarstýrið miðar eftir at tryggja bestu fortreytir hjá børnum og ungum at læra og mennast. Í sjálvum hjartanum á føroyska undirvísingarverkinum arbeiða vit miðvíst við at skapa góðar karmar og menning. Vit veita skúlum og borgarum í øllum landinum tænastur og vegleiðing í mun til útbúgvingar, og hava ábyrgd av skúlum, sum í alt hava eina játtan uppá eina góða mia kr. árliga. 

(In English below)

Gólvpláss # 69

Partar av Undirvísingarstýrinum eru eisini Studni, Vegleiðingarstovan, Musikkskúlaskipanin, Føroyskt sum annaðmál og Erasmus+, sum er ein skipan sum hevur til endamál at styrkja útbúgving, ungdómsarbeið, ítrótt og lívlanga læring. Arbeiðið við at fáa føroyskan limaskap í Erasmus+ er í gongd, og er væntandi komi á mál í 2028.
Ein KT-eind er eisini partur av Undirvísingarstýrinum, sum ger eina nýggja lestrarforskipan til føroyska undirvísingarverkið og Skúlanet, sum skal loysa kt-uppgávur fyri skúlarnar.

Í Undirvísingarstýrinum starvast um 30 fólk við ymiskari fakligari bakgrund. Hetta hóskar væl til, at vit skulu veita fjøltáttaðar tænastur og lyfta í felag. Okkara leiklutur er bæði samskipandi og samskapandi: vit ynskja at stuðla og seta ferð á nýhugsan. Vit trívast bæði við snildum tólum, góðum toymum og einum arbeiðsplássi, har góð hugskot fáa ein møguleika. Í Undirvísingarstýrinum eru tí spennandi arbeiðsuppgávur og møguleikar at mennast uttan mun til, um tú hugsar um starvsmøguleikar, starvsvenjing ella at skriva eina verkætlan í samstarvi við Undirvísingarstýrið.

Hevur tú góð hugskot og hug til at flyta útbúgvingarverkið framá?

Vit gleða okkum at hitta teg til eitt prát á Jobmatch.

Les meira um Undirvísingarstýrið á Undirvísingarstýrið  

The Directorate of Education 

Booth # 69

The Directorate of Education strives to provide the best conditions for learning and development. We offer services and guidance on education for schools and citizens across the Faroe Islands. We are responsible for the schools and administer approx. one billion DKK annually.

The Directorate of Education is a versatile organization that includes the Faroese Student Grant, the National Guidance Office, the Administration of the Faroese Music School, Erasmus+, Faroese as a Second Language, and the Unified IT Strategy Project for the School System in the Faroe Islands.

A staff of 30 professionals, with diverse backgrounds, work at the Directorate of Education, delivering a wide range of services. We take pride in our exciting responsibilities and offer great opportunities — whether you are interested in work placement or seeking collaboration for a research project.

Our role is both as coordinator and collaborator: we aim to support and promote new ideas. We enjoy working on interdisciplinary projects, value teamwork, and strive to be a workplace where great ideas can thrive. Would you like to be a part of shaping the future of our educational system?

We look forward to meeting you at Jobmatch.

You can read more here: Undirvísingarstýrið 

Bílegg jobprát