SEV

SEV eitt týðandi og spennandi arbeiðspláss. SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 150 fólk starvast fulla tíð í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing.

Gólvpláss # 26-27

Nógvir ymiskir yrkisbólkar mynda starvsfólkahópin hjá SEV. Stórur partur arbeiðir innan tekniska økið – t.d. verkfrøðingar, maskinmeistarar, el-installatørar og elektrikarar. Harumframt eru roknskaparfólk, skrivstovufólk, KT-fólk og onnur, sum starvast innan umsitingina hjá elfelagnum, partur av starvsfólkahópinum.

Starvsaldurin er høgur, og sambært seinastu nøgdsemiskanningini uppliva starvsfólk okkara, at tey hava eitt týðandi og innihaldsríkt starv, og at tey kunnu viðmæla øðrum at søkja starv hjá SEV.

Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá. Sjálv síggja vit uppgávu okkara sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. Málið er, at vit í 2030 hava grøna orku burturav á landi í Føroya. Hetta mál hevur verið við til at vunnið SEV tvær umhvørvisvirðislønir í ár. Talan er um náttúru- og umhvørviðsvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum og grønu virðislønina hjá Tórshavnar kommunu. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV – og SEV er sostatt fólksins ogn.

www.sev.fo

Bílegg jobprát