NÁM/Próvstovan

Á Námi/Próvstovuni hava vit fjølbroyttar arbeiðsuppgávur innan útgávuvirksemi, próvtøkur, royndir, bókasavn, kt, ráðgeving, skeiðsvirksemi og eftirútbúgving.

(In English below)

Gólvpláss # 70

Nám/Próvstovan er stovnur við tveimum ymiskum arbeiðsøkjum.

Nám skal tryggja fólkaskúlanum og miðnámi dygdargott undirvísingartilfar og ráðgeving innan ymsu økini innan skúlaverkið. Nám skipar eisini fyri styttri skeiðum, eftirútbúgving og varðar av verkætlanum innan trivnað, lesing og føroyskt sum annaðmál.

Próvstovan umsitur próvtøkur og royndir í nærum øllum skúlaverkinum, sum umfatar fólkaskúlan, miðnám, yrkisnám, maritimu útbúgvingarnar og føroyskt sum annaðmál. Harafturat tekur Próvstovan sær av fyriskipan av PISA kanningum, menning av uppgávum, at veita skúlum hagtøl, samstarv millum stovnar o.a.

Okkara virksemi er stórt og fjølbroytt, og vit leita eftir samstarvsfeløgum, ið kunnu taka eina hond í við ymiskum uppgávum og vera við til at lyfta okkara vitan og tænastustøði.

Vit leita eftir fólki, sum hevur áhuga fyri:

-fyrisiting og hagtølum
-kt, grafiskari uppseting og samskifti
-bókasavnsarbeiði og gransking innan lesing, lesivanar o.a.
-týðing, rættlestur og aðrar ritstjórnarligar uppgávur
-trivnaðarfremjandi átøk o.a.

Sóknast tú eftir einum møguleika fyri at koma í starvsvenjing ella einum starvsplássi til eina verkætlan innan okkurt av hesum, frætta vit fegin frá tær.

Les meira um NÁM og Próvstovuna her

NÁM/Próvstovan

Booth # 70

At NÁM/Próvstovan, we have a variety of work assignments in publishing activities, exams, tests, library, counseling, course activities, and continuing education.

The Graduate School is an institution with two different fields of work.

Curriculum shall ensure that primary and secondary schools receive quality teaching materials and counselling in the different areas of the school system. Nám also organises shorter courses, continuing education and projects in the fields of well-being, reading and Faroese as a second language.

The examination office administers examinations and examinations in almost the entire school system, which includes primary school, upper secondary school, vocational education, maritime education and Faroese as a second language. Furthermore, the Examination Office takes care of the administration of PISA surveys, the development of assignments, the provision of statistics to schools, cooperation between institutions, etc.

Our activities are large and diverse, and we are looking for collaborators who can take on a variety of tasks and contribute to elevating our knowledge and service standards.

We are looking for people who are interested in:

-Administration and statistics
-it, graphic layout and communication
-Library work and research in reading, reading habits, etc.
-translation, proofreading, and other editorial tasks
-well-being promotion campaigns, etc.

If you are looking for an opportunity to get into an internship or a job placement for a project in any of these, we would love to hear from you.

Read more about NÁM/Próvstovan here

Bílegg jobprát