Endamál

Endamálið við Jobmatch er at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur, útisetar, lesandi føroyingar og nýútbúgvin. Seinni er málbólkurin víðkaður til eisini at fevna um fólk við royndum á arbeiðsmarknaðinum. Tað vil siga fólk, sum eru áhugað at kunna seg um nýggjar starvsmøguleikar. Hetta verður gjørt fyri at tryggja framhaldandi vøkstur og menning av tí føroyska samfelagnum.

Ætlanin er, at hetta millum annað skal gerast við at ‘matcha’ tann tørv, ið fyritøkurnar og stovnar hava, við tann førleika okkara vitunartilfeingi hevur. Hugskotið er tískil at skipa fyri eini starvstevnu, har ið føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur hava møguleika at marknaðarføra seg yvir fyri hesum.

Somuleiðis er endamálið at skapa áhuga millum útisetar fyri at søkja størv, praktikpláss ella uppgávuevnir til prosjektskriving hjá hesum fyritøkum og stovnum.