Sjókovin er ein óheftur og privatur granskingargrunnur, við endamálinum at stimbra undir nýskapan og burðardygd í fiski- og alivinnuni. Vit eru eitt tvørfakligt arbeiðspláss við búskaparfrøðingum, lívfrøðingum, havfrøðingum, stjórnmála – og samfelagsfrøðingum.
(In English below)
Sjókovin er ein óheftur og privatur granskingargrunnur, við endamálinum at stimbra undir nýskapan og burðardygd í fiski- og alivinnuni. Vit eru eitt tvørfakligt arbeiðspláss við búskaparfrøðingum, lívfrøðingum, havfrøðingum, stjórnmála – og samfelagsfrøðingum.
Við støði í drúgvari vitan og royndum innan fiski- og alivinnu, arbeiða vit at sameina dátur og gransking til vitan, sum kann gera mun.
Vit hava m.a. sterkar førleikar í greiningum av samfelagsbúskaparligum viðurskiftum, virðisketu og marknaðargreiningum eins og politiskum og umsitingarligum greiningum.
Í tøttum samstarvi við vinnu og granskingarstovnar í Føroyum og uttanlands bera vit nýggja vitan til Føroya og føroyska vitan út í heim. Arbeiði byggir á samstarv, vitanardeiling og tøtt sambond millum gransking, praksis og nærsamfelagið.
Saman skapa vit vitan til virði!
Les meira um Sjókovan her
—
Sjókovin
Sjókovin is an independent and private research organisation with the purpose of promoting innovation and sustainability in the fisheries and aquaculture industries. We are a multidisciplinary workplace with economists, biologists, marine scientists, political scientists, and social scientists.
Building on extensive knowledge and experience within the fisheries and aquaculture sectors, we work to combine data and research into knowledge that can make a real difference.
We possess strong expertise in, among other areas, analyses of socio-economic conditions, value chains, and market dynamics, as well as political and administrative analyses.
Through close collaboration with industry and research institutions in the Faroe Islands and abroad, we bring new knowledge to the Faroe Islands and share Faroese expertise with the rest of the world. Our work is based on collaboration, knowledge sharing, and close connections between research, practice, and the local community.
Together, we create knowledge of value!
Read more about Sjókovan here
Bílegg jobprát