Jobmatch
Mánadagin 30. desember letur Jobmatch aftur dyrnar upp fyri vitjandi, sum ynskja at koma í samband við tann føroyska arbeiðsmarknaðin. Norðurlandahúsið fer at standa á tremur við luttakarum, sum fegnir vilja koma í samband við teg á Jobmatch 2024 millum klokkan 12 og 17.
Jobmatch hevur ment eina skipan, sum ger tað møguligt hjá tær at bíleggja JobPrát við teir luttakarar, tú hevur áhuga í at hitta. Eitt JobPrát kann eitt nú nýtast til at tosa um størv, starvsvenjingarmøguleikar, ella samstarv um skrivligar uppgávur í samband við lesnaðin. JobPrátið kann bíleggjast fram til 29. desember kl 12.00 inni á jobmatch.fo.
Tú kanst bíleggja eitt JobPrát hjá einum luttakara tað tíðspunktið, sum passar tær best. Sjálvt JobPrátið fer fram á básinum hjá luttakaranum í Norðurlandahúsinum tann 30. desember.
Skuldi tað verið so óheppið, at tú ikki hevur møguleika at vitja í Norðurlandahúsinum tann 30. desember, tí tú eitt nú ikki ert í Føroyum hendan dag, ber eisini til at bíleggja eitt talgilt JobPrát við luttakararnar. Eftir at eitt talgilt JobPrát er bílagt, setir luttakarin seg í samband við teg og avtalar nærri, hvat tíðspunkt passar tykkum best, og hvønn miðil tit skulu nýta. Tey talgildu JobPrátini verða í stóran mun ein annan dag enn tann 30. desember.
Fyri at bíleggja eitt JobPrát skalt tú melda til inni á Jobmatch.fo, hereftir ritar tú inn í skipanina við tínum t-posti og loyniorði.
Tá tú meldar til inni á jobmatch.fo, er umráðandi, at tú fyllir út skrásetingarskjalið so nágreinað sum møguligt. Jobmatch luttakararnir síggja sum útgangsstøði niðanfyri standandi upplýsingar um teg.
– Aldur
– Tey virkisøkir, sum hava tín áhuga
– Status á útbúgving
– Útbúgvingarheiti
– Útbúgvingarstøði
– Um tú hevur viðheft CV (luttakarin kann bert fáa atgongd til CV, um tú hevur játtað JobPrát við Jobmatch luttakaran ella sjálv/ur umbiðið JobPrát)
Hervið verður ein partur av tínum skrásettu upplýsingum vístir anonymt, soleiðis at fyritøkur, stovnar og kommunur kunnu síggja, um tín vangi er áhugaverdur í mun til teir førleikar, sum teimum sóknast eftir. Luttakarin kann so bíleggja eitt JobPrát við teg, og fært tú boð um hetta umvegis t-post og inni á tínum Jobmatch vanga, sum tú síðani skalt játta ella nokta.
Tá tú bíleggur eitt JobPrát við ein luttakara ella játtar eina JobPrát umbøn, fær hesin atgongd til allar tínar skrásettu upplýsingar. Áðrenn tú hevur játtað eitt JobPrát ella sjálv/ur umbiðið eitt, sær luttakarin bert omanfyri standandi upplýsingar um teg.
Seinasta høvið at bíleggja sær eitt JobPrát er sunnudagin 29. desember kl. 12.00.
Tú kanst til ein hvørja tíð dagføra tín vanga við nýggjum upplýsingum.
Tað er ikki ein treyt at bíleggja eitt JobPrát fyri at luttaka á Jobmatch. Tú kanst eisini bara vitja luttakararnar á teirra bási uttan at hava bílagt nakað prát frammanundan. Tó skulu øll melda til inni á jobmatch.fo, antin heimanifrá ella tá ein kemur í Norðurlandahúsið. Eisini verða fleiri áhugaverdar framløgur á skránni. Fá yvirlit yvir skránna her
Verið vælkomin á Jobmatch.
Tað er sjálvandi ókeypis at luttaka á Jobmatch
Stuðlar eru Tórshavnar kommuna og Bakkafrost
Vilt tú melda til sum luttakari, skriva til katrin@syntesa.fo ella ring á tel. 233081