Tórshavnar kommuna
EIN FAKLIGA STERKUR HÓPUR
Í Tórshavnar kommunu er vítt til veggja. Og høgt til loftið. Tað er avgerandi, tí vit veita nógvar ymiskar tænastur til sera fjølbroyttar borgarar.
Tú leitar í hesum bólkum:
EIN FAKLIGA STERKUR HÓPUR
Í Tórshavnar kommunu er vítt til veggja. Og høgt til loftið. Tað er avgerandi, tí vit veita nógvar ymiskar tænastur til sera fjølbroyttar borgarar.
Bakkafrost er størsta útflutningsfyritøkan í Føroyum og telist millum fremstu fyritøkur á sínum vinnuøki. Bakkafrost framleiðir og selur fyrsta floks matvørur úr laksi til marknaðir í Evropa, USA, Russlandi, Kina og aðrastaðni.
Les meiraAlmannaverkið hevur ein avgerandi leiklut í føroyska samfelagnum. Meira enn 17.000 borgarar í Føroyum fáa hvørt ár ymsar tænastur frá Almannaverkinum.
Les meiraApoteksverk Føroya er almennur stovnur undir Heilsumálaráðnum, sum hevur einkarrætt at innflyta, framleiða og selja heilivág í Føroyum
Les meiraArticon hevur serligan førleika innan jørð-, kloakk-, betongarbeiði, byggibúgving, vega- og havnagerð, fjarhita, timbur- og snikkaraarbeiði eins og ymisk apteringsarbeiði, tá skip verða bygd ella umvæld.
Les meiraAtlantic Airways er ein altjóða fyritøka og einasta føroyska flogfelagið. Vit knýta Føroyar nærri umheiminum og gera Føroyar atkomuligar, eins og vit knýta oyggjarnar saman (tyrluflúgving) og skapa tryggleika.
BankNordik er eitt sterkt fíggjarsamtak við bankavirksemi í Føroyum og Grønlandi, umframt tryggingarvirksemi og ognarmeklaravirksemi í Føroyum. Tað starvast yvir 200 fólk í samtakinum.
Les meiraVælkomin at bíleggja Jobprát hjá okkum.
Vit eru eitt fjølbroytt samtak við yvir 300 starvsfólkum við nógvum ymiskum førleikum.
Vit gleða okkum at luttaka á Jobmatch 2021!
Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur.
Fiskaaling er eitt alment partafelag, sum fevnir um virkisøkini gransking og menning umframt ráðgeving og tænastur
Les meiraFormula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Les meiraHevur tú eitt hugskot ella eina verkætlan, men ikki neyðuga kapitalin, so er Framtak møguliga rætti samstarvsfelagin.
VITAN - VINNA - MENTAN
Dagliga koma umleið 700 skúlanæmingar inn í kommununa at menna sína tilvitsku. Hetta tilfeingi er hitt týdningarmiklasta vit eiga í landinum. Við bæði fólkaskúla, Miðnámi og víðari lesnaði, verður ein grundvøllur av vitan mentur
Vit eru samtak við móðurfelagi og fýra dótturfeløgum, FT Samskifti, NET, Shefa og Televarpið. Í samtakinum eru vit nærum 200 starvsfólk við alskyns útbúgvingum og starvsgreinum innan eitt nú verkfrøði, teldufrøði, handil, búskap, samskifti, marknaðarførslu, roknskap og tænastu
Les meiraGjaldstovan er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum. Síðani hon varð stovnað í 1939, hevur Gjaldstovan verið kjarnin í allari almennari búskaparstýring í Føroyum.
Les meiraGlobe Tracker framleiðir og mennir útgerð og forrit til sporing, eftirlit og stýring av køli- og frystibingjum. Globe Tracker hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og í Sarasota í Florida, umframt smærri skrivstovur í Reykjavík, Rotterdam, Hamburg og Singapore.
Les meiraHug at granska? Vit geva góð ráð á Jobmatch. Í Føroyum eru góðir møguleikar at granska. Vit hava eitt gott granskingarumhvørvi við fróðskaparsetri, sektorgranskingarstovnum og fyritøkum við gransking og menning.
Les meiraHagstovan er almenni hagtalsmyndugleikin í Føroyum. Her leggja vit dent á at framleiða mest avgerandi samfelagsligu hagtølini.
Les meiraHavsbrún er ein av teimum stóru fyritøkunum í Føroyum. Virkið byrjaði framleiðslu av fiskamjøli og lýsi í 1966, og er henda framleiðslan enn ein av hornasteinunum undir Havsbrún.
Les meiraÁ Heilsufrøðiligu starvsstovuni arbeiða vit við kanning, kunning og eftirliti av matvørum og djórasjúkum.
Les meiraHiddenFjord er ein føroysk familju fyritøka, ið hevur røtur aftur í 1887. Vit ala burðardyggan laks og selja hann runt um allan heimin, frá Noma í Keypmannahavn til Le Bernardin í New York.
Les meiraHilton Garden Inn Faroe Islands er fyrsta altjóða hotell í Føroyum. Eitt sjaldan vakurt og nútíðarligt hotell við stórfingnum kringsýni yvir føroyskt umhvørvi. Hilton Garden Inn Faroe Islands er ímyndin av norðurlendskum marglæti og hugna í Føroyum.
Les meiraHotel Brandan er okkara 4 stjørnaða superior hotell í Gundadali, ið miðjar ímóti at veita eina serstaka, grøna og føroyska tænastu. Hotel Brandan hevur 124 kømur og góðar fundar- og veitsluhentleikar. Vit stremba hvønn dag eftir at verja umhvørvið – og í septembur 2020, vórðu vit Green Key góðkend, ið er altjóða umhvørvismerkið hjá gestavinnuni.
Hotel Hafnia er okkara livandi 3-stjørnaða superior hotell mitt í Havnini, ið miðjar ímóti at gestirnir altíð føla seg vælkomnar og hava hug at venda aftur til okkara. Hotel Hafnia hevur 79 kømur, 4 smáttur og 4 stjørnað fundar- og veitsluhentleikar. Harumframt er hugnaliga Kafé Kaspar og sjarmerandi matstovan Katrina Christiansen, partur av Hotel Hafnia.
Les meiraHugskotið, sum er íverksetarahúsið hjá Tórshavnar Kommunu, bjóðar íverksetarum og fyritøkum vegleiðing og góðar karmar
Les meiraÍverksetarahúsið hevur síðani tað varð sett á stovn í 2007 havt sum aðalmál at stimbra og hjálpa íverksetarum, umframt at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum, og soleiðis styðja upp undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í Føroyum.
Les meiraJ&K loysur øll sløg av anlegs- og byggiarbeiðum, líka frá smærri jarðarsarbeiðum til bygging av stórum havnum. J&K er føroysk bygging á hægsta støði.
Les meiraHer ganga vinna og mentan lið við lið. Í Klaksvík eru óteljandi møguleikar, har eitt fjøltáttað vinnulív hevur nógv at bjóða
Les meiraKlintra er ein vitanartung KT-fyritøka, ið raðfestir vitan, førleikar og royndir. Fólkið, við servitan innan mong virkisøki, er væl kent á føroyska KT-marknaðinum. Sermentar dygdarloysnir og ráðgeving, er okkara høvuðseyðkenni.
Les meiraLandsbanki Føroya er stovnaður aftur 1. januar 2017. Bankin er almennur fíggjarstovnur, og umsitur landsins gjaldføri og fyrisitur landsins lántøku. Landsbanki Føroya er eisini greiningarstovnur, ið virkar fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum.
Les meiraÍ landsfyrisitingini arbeiða fólk við útbúgving innan m.a. stjórnmálafrøði, løgfrøði, búskaparfrøði, samfelagsfrøði, málfrøði, heilsufrøði og innan fleiri onnur øki við.
Les meiraMEST samtakið er samansett av trimum virkisøkjum: skipasmiðjuvirksemi, framleiðsluútgerð og tænastur innan oljuvinnuna.
Les meiraHjá Mowi arbeiða vit í samljóði við havið fyri at framleiða føðsluríkt og vælsmakkandi hágóðskusjógæti.
Les meiraNema vil veita loysnir ið skapa virði fyri kundan. Í samstarvi við kundan, saman við góðum førleikum og vørum, kunnu vit bjóða dygdargóðar og kappingarførar loysnir innan KT-útgerð, KT-skipanir, skrivstovulutir, innbúgv og support. Alt ið krevst hjá fyritøkum at trívast, mennast og vaksa
Les meiraNofitech sniðgevur og veitir RAS-heildarloysnir til aling á landi.
Les meiraOcean Rainforest er eitt føroyskt felag, sum arbeiðir við framleiðslu av havbiomassa úr tara, sum er aldur á opnum havi.
Petur Larsen p/f hevur serkunnleika í at veita maskinur, tænastur og ráðgeving til fiski- og alivinnuna á føroyska og altjóða marknaðinum.
Les meiraPosta veitir flutningstænastur til vinnuna og til privat viðskiftafólk. Posta røkkur dagliga hvønn krók í Føroyum og er harvið best hóskandi flutningsfyritøkan í landinum. Posta samstarvar við øll postverk í heiminum umframt við DHL og Leman.
Les meiraQodio er ein kreativ samskiftisfyritøka, ið veitir tíðarhóskandi snið og heimasíðuloysnir
Les meiraKom til eitt prát um eina ta skjótast vaksandi kommununa í Føroyum. Fjølbroytt og sterk vinna, skúli, ítróttur og mentan leggja lunnar undir lívið í økinum.
Les meiraSEV eitt týðandi og spennandi arbeiðspláss. SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 150 fólk starvast fulla tíð í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing.
Les meiraSjókovin er ein privatur, óheftur, ikki-vinnuligur granskingargrunnur við endamálunum at stimbra burðardygga menning og nýskapan í føroyskari fiski- og alivinnu við at veita vitanartænastur gjøgnum gransking og luttøku í altjóða verkætlanum til tess at bera nýggja vitan til Føroya og føroyska vitan út í heim
Les meiraHjá okkum er sjúklingurin altíð í miðdeplinum. Vit ynskja til eina og hvørja tíð at veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi viðgerð, røkt og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.
Les meiraSkyn er ognarmeklaravirkið og dótturfelag hjá BankNordik. Virksemið hjá Skyn er mekling og ráðgeving í sambandi við keyp og sølu av fastogn. 10 fólk eru í starvi hjá Skyn.
Les meiraÍ Smyril Line flyta vit ferðafólk í Norðuratlantshavinum við ágrýtni at verða fyrstvaldi veitari.
Les meiraÍ Smyril Line Cargo flyta vit farm í Norðuratlantshavinum við ágrýtni at verða fyrstvaldi veitari. Harumframt veita vit tænastur innan køligóðs, floggóðs, hurð til hurð veiting, tolling o.s.fr.
Les meiraSNA er ein norðurlendsk arkitektafyritøka, sum hevur høvuðssæti í Tórshavn og eina deild í Keypmannahavn. SNA hevur síðan stovnan í 2001 ment seg til at gerast tað størsta arkitektavirkið í Føroyum. SNA hevur drúgvar royndir frá nógvum almennum, kommunalum og privatum byggiverkætlanum.
Les meiraStýr er ein ráðgeva fyritøka, við servitan um KT og fíggjarstýring. Vit veita skilagóðar loysnir við at gagnnýta standard tøkni so sum Microsoft Dynamics, Azure og Office 365.
Les meiraKommunan har borgarin trívist, vinnulívið mennist og vitjandi njóta
Les meiraTalgildu Føroyar reka og menna talgilda undirstøðukervið í Føroyum. Vit eru partur av Gjaldstovuni.
Les meiraTrygd er eitt nútímans tryggingarfelag, ið bjóðar øll sløg av skaðatryggingum til privatpersónar og virkir. 27 fólk eru í starvi hjá Trygd, ið er dótturfelag hjá BankNordik.
Les meiraVarðin Pelagic er mest framkomna uppsjóvarvirkið í heiminum og ein tann størsta útflutningsfyritøkan í Føroyum. Varðin Pelagic framleiðir og selur dygdar matvørur úr makreli, sild, lodnu og svartkjafti til marknaðir kring allan heimin.
Les meiraKommunan, sum gongur á odda, bæði tá tað kemur til nýhugsan og trivnað. Vágs Kommuna og vinnulívið í Vági vilja fegin samstarva um verkætlanir og starvsvening.
Les meiraVinnuframi er ein almennur grunnur, ið stuðlar vinnuni í avmarkaðan mun. Grunnurin stuðlar verkætlanum, sum fjáltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan.
Les meiraVIRKA er ein samskiftisfyritøka, sum hevur til endamáls at framleiða munagott samskifti og sterkar loysnir.
Les meiraVisit Faroe Islands arbeiðir við at marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðamál. Á Visit Faroe Islands arbeiða 9 starvsfólk.
Les meiraFerðavinnan í Føroyum er í vøkstri, og økta ferðafólkatalið setir størri krøv til hesa vinnu úti í økjunum.
Les meiraJobmatch gevir tær møgulleika, at práta við ymiskar fyritøkur á tiltakinum, og vilja vit eyggja teg til tað. Hetta er sjálvandi púra ókeypis!
Melda til við JobPrátTað bar sjálvandi eisini til, at melda teg til Jobmatch uttan at bíleggja prát við fyritøkur. Tó vilja vit eyggja teg til, at gera tað.
Melda til uttan JobPrát