Heilsutrygd & Gigni

Heilsutrygd er stovnur undir Heilsumálaráðnum.
Uppgávan hjá Heilsutrygd er at umsita lógina um almenna heilsutrygd.
Gigni er stovnur undir Barna og útbúgvingarmálaráðnum, men fyrisitingin er í Heilsutrygd.
Kom og vitja okkum á bási 57 í Stórhøll

Gólvpláss # 65

(In English below)

Heilsutrygd umsitur og avroknar stuðul til meginpartin av primeru heilsutænastunum í Føroyum, herundir kommunulæknaviðtalur, læknahjálp til serlækna, stuðul til hjálparráð, ískoyti til viðgerð hjá tannlækna, fysioterapeuti, sálarfrøðingi o.a. Somuleiðis umsitur Heilsutrygd í samstarvi við Apoteksverkið skipanina við heilivágstilskoti.

Heilsutrygd umsitir m.a. Kommunulæknaskipanina og Økisheilsuskipanina.

Heilsutrygd setir kommunulæknar og kommunulæknaavloysarar í starv og setir eisini viðtalustarvsfólkini í teimum læknaviðtalum, har eingin fastur lækni er.

Kliniskir dietistar starvast í Økisheilsuskipani. Dietistarnir eru serfrøðingar í kosti og føðslu og kunnu tí kanna, vegleiða og ráðgeva fólki við nógvum ymiskum sjúkum og avbjóðingum. Sera fáir kliniskir dietistar verða útbúnir í danska ríkinum, og tí kann tað við hvørt vera ein avbjóðing at manna leysu størvini.

Heilsutrygd hevur avtalur og sáttmálar við nógvar fakbólkar, sum arbeiða í primera heilsugeiranum.

www.heilsutrygd.fo

Gigni

Gigni er stovnur undir Barna og útbúgvingarmálaráðnum, men fyrisitingin er í Heilsutrygd.

Høvuðsuppgávurnar hjá Gigni er at fremja heilsu, at fyribyrgja sjúku, at avdúka og viðgera trivnaðar- og menningartrupulleikar skjótast tilber og at fyribyrgja skeivari menning.

Millum uppgávurnar hjá heilsufrøðingunum í Gigni eru at vitja familjur við smábørnum og  at kanna og vegleiða skúlabørn. Virksemið hjá heilsufrøðingunum er fyri kortum víðkað, so tað eisini fevnir um næmingar/lesandi á miðnámsskúlum.

Starvsfólkini í Gigni eru heilsufrøðingar. Heilsufrøðingar eru sjúkrarøktarfrøðingar við ávísum royndum, sum hava tikið víðariútbúgving til heilsufrøðing. Serkunnleikin hjá heilsufrøðingum er heilsa og trivnaður hjá børnum og ungum og hjá familjuni sum heild.

Starvsøkini hjá heilsufrøðingunum eru serliga hesi bæði:

smábarnaøkið, har dentur verður lagdur á heilsu og trivnað hjá nýføðingum og smábørnum. Talan er um nógvar heimavitjanir, og heilsufrøðingurin skipar mammubólkar til nýklakt foreldur.
skúlaøkið, har heilsufrøðingurin starvast á skúlum. Heilsufrøðingurin samstarvar við m.a. flokslærarar og arbeiðir nógv við kunning og vegleiðing um heilsu og trivnað. Stórur dentur verður lagdur á fyribyrging.

www.gigni.fo

Heilsutrygd

Health Security is an institution under the Ministry of Health.

The role of Health Security is to administer the Public Health Security Act. Heilsutrygd administers and invoices support for the majority of primary health services in the Faroe Islands, including municipal medical consultations, medical assistance for specialists, support for assistance councils, supplements for treatment by dentists, physiotherapists, psychologists, etc. Likewise, Health Security, in collaboration with the Pharmacy Network, administers the system of drug recommendations.

Health Security manages among other things The Municipal Medical System and the Regional Health System.

Health Security hires municipal physicians and municipal physician replacements and also hires the consulting staff in those medical appointments where there is no permanent doctor.

Clinical dietitians work in the Regional Health System. The dietitians are experts in diet and nutrition and can therefore examine, guide and advise people with a wide variety of diseases and challenges. Very few clinical dietitians are equipped in the Danish state, and therefore it can sometimes be a challenge to fill the vacancies.

Health Security has agreements and contracts with many trade unions working in the primary health sector.

www.heilsutrygd.fo

Gigni

Gigni is an institution under the Ministry of Children and Education, but its administration is in Health Security.

Gigni’s main tasks are to promote health, to prevent disease, to detect and treat well-being and developmental problems as soon as possible, and to prevent malformation.

Among the tasks of the medical professionals in Gigni are to visit families with young children and to examine and guide schoolchildren. The activities of the health professionals have recently been expanded to include pupils/students of high schools.

Gigni’s employees are medical professionals. Nurses are nurses with a certain amount of experience who have advanced their education to become a nurse. Health professionals’ expertise is the health and well-being of children and adolescents and of the family as a whole.

The job areas for the health professionals are specifically these two:

www.gigni.fo

Bílegg jobprát