Tjóðsavnið

Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Høvuðsuppgáva Tjóðsavnsins er at savna inn, skráseta, varðveita, granska og miðla í náttúru- og mentanarvirðum landsins.

Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Høvuðsuppgávan hjá Tjóðsavninum er at savna inn, skráseta, varðveita og granska og miðla í náttúru- og mentanarvirðum landsins.

Savnið skal fremja upplýsing og útbúgving innan mentan og náttúru, so stuðlað verður undir samfelagsmenningini, samstundis sum savnið vegna landið umsitur lóggávu og stuðulsskipanir á økinum. Savnið skal miðla arbeiðið á stovninum gjøgnum útgávur, framsýningar og upplivingar, tiltøk og undirvísing fyri ung og gomul.

Við gransking og miðlan veita vit kunnleika um tíð, samleika, siðir og náttúru.

Fakøki og gransking
Trý serøki eru á náttúruøkinum og trý á mentanarøkinum.

Á náttúruøkinum eru: Plantudeild, djór á landi og djór í sjónum.

Innan náttúruøkið hevur Tjóðsavnið til endamáls at granska, skjalprógva og breiða út vitan um ta livandi føroysku náttúruna í fortíð og í framtíð.

Á mentanarøkinum eru: Fornfrøði, fólkalívsfrøði og bygningadeild.

Innan mentanarøkið hevur Tjóðsavnið til endamáls at savna inn, skrásett, varðveit og granska.

Deildirnar hava til uppgávu at lýsa og miðla tíðina frá landnámi til nýggjari tíð.

Í alt starvast 27 fólk á Tjóðsavninum
Á Tjóðsavninum starvast m.a.:

Fornfrøðingar
Arkitektar
Søgufrøðingar
Lærarar
Mannfrøðingar
Lívfrøðingar
Konservator
Timburmenn

Tjóðsavnið heldur til ymsastaðni í Suðurstreymi: Í Kaldbak, á Debesartrøð og í ymsum húsum í Hoyvík. Framsýningarnar á Tjóðsavninum eru í Hoyvík.

Nakað fyri teg?

Umhugsar tú eina framtíð innan savnsverðina, so ber til at vitja básin hjá Tjóðsavninum á Jobmatch. Har vera starvsfólk tøk at vegleiða og geva ráð í  sambandi við útbúgving, starvsvenjing, o.s.fr.

Allir spurningar eru vælkomnir 😊

Les meira um Tjóðsavnið her

Bílegg jobprát