Atlantic Airways

Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka og føroyska tjóðarflogflogfelagið. Vit knýta Føroyar nærri umheiminum og gera Føroyar atkomuligar, eins og vit knýta oyggjarnar saman (tyrluflúgving) og skapa tryggleika.
Okkara aðalmál er at hava eitt regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet, har vit veita tænastur fyri kappingarførar prísir. Vit eru ein loftbrúgv við framkomnari tøkni og útgerð.

Básur # 7 í Forhøll

Atlantic Airways flytir meira enn 350.000 ferðafólk til og úr Føroyum um árið við 11 ymiskum ferðamálum beinleiðis úr Vágum. Flogið verður beinleiðis til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg, Keflavíkar, Oslo, Edinburgh, Barcelona, París, Mallorca, Gran Canaria og New York. Og í 2024 verða aftur tvey nýggj ferðamál løgd afturat longu fjølbroytta rutunetinum hjá Atlantic Airways, tá farið verður undir beinleiðis flúgving til London og Tenerife.

Umframt rutuflúgving út í heim er Atlantic Airways tænastuveitari í innlendis tyrluflúgving og er felagið eisini týðandi partur av tilbúgvingini í Føroyum.

Flotin hjá Atlantic Airways telur fýra flogfør og tvær tyrlur. Felagið hevur tríggjar Airbussar; tveir A320neo og tveir A320. Øll flogførini hjá Atlantic Airways eru serútgjørd til at flúgva upp á Føroyar m.a. fylgisveinaskipanini, RNP AR 0.1, ið ger tað gjørligt hjá flogførunum at lenda í Vágum í munandi verri sýni enn áður.

Tær báðar tyrlurnar eru av slagnum Leonardo AW139. Tyrlurnar eru partur av tilbúgving Føroya og kunnu eitt nú flúgva heilt út á 200 fjórðinga sjómarkið, har tær kunnu arbeiða í 30 minuttir í bjargingarátøkum. Umborð er pláss fyri 12 ferðafólkum, og tá ið tyrlan verður nýtt í bjargingarátøkum verður kabinan umskipað, so tvær børur, umframt at tvey av manningini og fýra avvarðandi kunnu vera við. Eisini eru tyrlurnar væl útgjørdar við m.a. RNP- og nightvision-tøkni.

Les meira á www.atlantic.fo

Bílegg jobprát