MEA
Hvussu hevði tú fingið MEA at røkka longri?
MEA – húsið fyri familjumenning leitar eftir tær, sum dugir at fáa eina góða sak at røkka, raka og gera mun.
MEA er í menning og nú er tíðin komin at fáa eina nýggja fakliga styrki inn í húsið. Kanska ert tú samskiftisfólk, retorikari, strategur, marknaðarføringsfólk – ella okkurt heilt annað. Heitið er ikki tað avgerandi, men vit leita eftir tær, sum dugir okkurt, vit ikki duga.
Endamálið hjá MEA er at styrkja familjurnar í Føroyum – til gagns fyri børnini. Vit arbeiða við sambandinum millum foreldrini og hava virksemi innan m.a. terapi, ráðgeving og trivnaðarfremjandi almenna upplýsing. Nú vilja vit arbeiða miðvíst við okkara samleika, positionering og samskifti.
Vit hava sett orku av svarandi til umleið 20 tímar um vikuna fram til summarið 2029

