Samstarv við lesandi
Runavíkar Kommuna
Ert tú undir lesnaði í Føroyum ella uttanlands? Hevur tú eina lestrarhálvu, ið tú skalt nýta sum starvslesandi? Ert tú í holt við tína útbúgving, og hevur hug og møguleika at arbeiða nakrar vikur í summar? Ella skalt tú í gongd við at skriva eina uppgávu um eitthvørt?
So er nú møguligt at koma at royna teg hjá okkum sum starvslesandi, í summarstarvi ella í samstarvi um eina uppgávu.
Menningin í Runavíkar kommunu hevur verið sera stór seinastu árini. Okkara arbeiðsuppgávur eru tí sera fjølbroyttar og spenna víða.
Tá arbeiðsuppgávurnar hjá okkum spenna víða, eru tað nógv ymisk starvsøki, ið kunnu verða viðkomandi. Set teg í samband við okkum fyri at finna útav, um vit kunnu bjóða tær samstarv og tú kanska fært hjálpt okkum við onkrari uppgávu.
Hevur hetta tín áhuga? Hevur tað tín áhuga at gerast partur av Runavíkar kommunu í sambandi við lesnaðin, so kanst tú venda tær til Sæunn Lamhauge Nolsøe, telefon 23 70 40, teldupost sln@runavik.fo.