Uppskot til verkætlanir og starvslesandi í Vágs Kommunu
Vágs Kommuna
Vágs Kommuna ynskir at fáa avtalur við lesandi og útisetar, sum kunnu koma í starvsvenjing hjá okum ella skriva verkætlanir saman við okum. Okur umboða eisini vinnulívið í Vági, sum fegin vil samstarva um skrivligar og verkligar verkætlanir, og bjóða eisini møguleikan til starvsvenjing
Niðanfyri eru ymisk møguligt evnir í mun til verkætlanir og starvslesandi:
· Ferðavinna: Menning av ferða- og upplivingarvinnuni í Vági?
· Ferðavinna: Hvussu kunnu heimsmálini brúkast í ferðavinnuhøpi í Vági?
· Tekniska øki: Brandstøð – tekna og projektera eina nýggja brandstøð.
· Tekniska øki: Býarplanlegging – er verandi samtykt ein góð loysn?
· Tekniska øki: Grøna umskiftið í kommununi – hvussu gerst Vágs Kommuna grønari?
· Tekniska øki: Støðumeting og viðlíkahald av kommunalum bygningum. Hvussu kunna okur menna og fáa mest burturúr verandi bygningum? Ella finst ein betri loysn?
· Kommunal menning: Hvussu kann Vágs Kommuna brúka heimsmálini í sínum virksemi?
· Kommunal menning: Hvussu burdi bygnaðurin í kommununi sæð út? (organisering og strukturering)
· Kommunal menning: Fíggjarstýring og optimering í Vágs kommunu.
· Kommunal menning: Verkætlanarleiðsla – frá samtykt til veruleika.
· Vinnumenning og íverksetan: Business Vágur sum business case.
· Ítróttur: Ítróttur og samskipan av ítrótti uppá tvørs av ítróttagreinum.
· Námsfrøði: Námsfrøði í útjaðarunum í Føroyum.
· Námsfrøði: Føroyskt barnalív og mentan, við øllum ynskiligum menningarmøguleikum í nærumhvørvinum.
Aðrir møguleikar kundi verið:
· HR
· CSR/HTU
· Marknaðarføring og samskifti
· Coworking og workaction
· Almenn fyrisiting