Samstarv við Umhvørvisstovuna um verkætlanarevni
Umhvørvisstovan
Á Umhvørvisstovuni hava vit javnan lesandi inni á stovninum í longri ella styttri tíðarskeið. Vit samstarva fegin um verkætlanarevnir í sambandi við ritgerðir.
Vit eru altíð áhugað at hoyra um eitthvørt spennandi evni, sum so ella so kann knýtast at økjunum undir Umhvørvisstovuni.
Vitja okkara bás á Jobmatch. Tú kanst eisini bíleggja eitt JobPrát við okkum frammanundan við at senda ein teldupost til starv@us.fo