Vinnustovnurin

Fyribyrgjan av hvítting, prískapping, lóg um sosialar miðlar og marknarføring, integratión og tilflyting. Hevur okkurt av hesum tín áhuga? Kom so og vitja okkum á Jobmatch 2023!

Básur # 73 í Skálanum

Vit eru Vinnustovnurin. Ein fyrisitingarlig eind, sum veitir tænastur til einstaklingar, stovnar, fyritøkur og virki. Sum ein tænastu- og eftirlitsstovnur og myndugleiki er Vinnustovnurin ein samanrenning av Fjarskiftiseftirlitinum, Kappingareftirlitinum, Trygginareftirlitinum, Posteftirlitinum, Skráseting Føroya og Útlendingastovuni. Brúkaraumboðið er sjálvstøðugur myndugleiki, sum heldur til saman við Vinnustovninum.

Tað er ein fjølbroyttur hópur, sum starvast hjá Vinnustovninum og Brúkaraumboðnum. Her eru búskaparfrøðingar, fulltrúarar, KT-mennarar, løgfrøðingar, samskiparar, skrivstovufólk, starvslesandi og vegleiðarar – og uppgávurnar eru somuleiðis ymiskar, spennandi og avbjóðandi.

Á Jobmatch 2023, kanst tú hitta Brúkaraumboðið, Fjarskiftiseftirlitið, Kappingareftirlitið, Skráseting Føroya og Útlendingastovuna.

Kom framvið hjá okkum og heilsa uppá. Vit taka fegin eitt gott prát um tað, sum vit arbeiða við og tær uppgávur, ið kundu verið viðkomandi fyri teg.

Millum annað leitar Kappingareftirlitið eftir fólki til ávísar uppgávur, so sum at skriva vegleiðingar, umseting og annað praktiskt. Somuleiðis leitar Útlendingastovan eftir fólki til ávísar uppgávur.

Les meira um Vinnustovnurin og Brúkaraumboðið á heimasiðuni www.vs.fo.

Vit síggjast á Jobmatch!

Bílegg jobprát