Væleydnað Jobmatch
“Knapt 500 fólk vitjaðu Jobmatch í Norðurlandahúsinum í gjár, og tað eru vit sera væl nøgd við, serliga tá hugsað verður um, at veðrið ikki var av tí besta” sigur Katrin I Gregersen, samskipari av Jobmatch starvsstevnuni. Hon hevði eisini høvið til at tosa við flestu fyritøkurnar og stovnarnar, áðrenn tiltakið endaði í gjárkvøldi, og sum skilst, so vóru luttakararnir væl nøgdir. “Tey flestu søgdu seg hava fingið nógv burtur úr, og longu nú hava meira enn helmingurin av luttakarunum teknað til starvsstevnuna næsta ár, so tað bendir á nøgdsemi” staðfestir Katrin.
Tey vitjandi á Jobmatch fáa í næstu viku høvið til at eftirmeta tiltakið.
Næsta ár verður starvsstevnan fríggjadagin 29. desember í Norðurlandahúsinum.