Úr USA eftir JobPrát
Kristina Arge Simonsen flutti úr USA saman við familju síni, eftir at hon á Jobmatch 2021 hevði havt talgilt JobPrát við Ocean Rainforest.
”Tað var ein fantastiskur møguleiki hjá mær og manninum ómakaleyst at koma í samband við tann føroyska arbeiðsmarknaðin á talgilda Jobmatch tiltakinum. Eg bílegði nøkur JobPrát við ymiskar áhugaverdar luttakarar, har í millum Ocean Rainforest. Eftirfylgjandi var eg boðin til starvssamtalu hjá fyritøkuni, og í mai 2022 byrjaði eg í starvi hjá taraalifyritøkuni.”
Í dag starvast hon sum sølu- og marknaðarleiðari har hon hevur ábyrgdina av sølu og marknaðarførin hjá Ocean Rainforest í Evropa og USA.
”Eg kann bara viðmæla, at tey vitjandi bíleggja sær JobPrát við luttakararnar, tí tað er ein sera góður máti ómakaleyst at koma beinleiðis í samband við ein møguligan arbeiðsgevara. JobPrátið kann nýtast til at hoyra, hvat teir hava at bjóða tær, og hvat tú kanst bjóða teimum”
Jobmatch verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 29. desember. Evsta mark at bíleggja JobPrát er mikudagin 28. desember kl. 12.00 á middegi.
Tað er ókeypis at vitja Jobmatch starvsstevnuna.