12. desember 2025

Úr Danmark í starvsvenjing hjá ArtiCon

Úr Danmark í starvsvenjing hjá ArtiCon

Tummas Simonsen, sum lesur diplomverkfrøðing í Arktiskari bygging og infrastrukturi hevði sent umsókn til Articon áðrenn Jobmatch 2023, og í tí sambandi vitjaði hann básin hjá Articon á Jobmatch. Hann kom tí niðan at forvitnast, sum hann sjálvur tekur til, og fekk eitt gott prát.

Fyri Tummas var tað mest avgerandi at fáa góðkent eina viðkomandi praktikk innan verklag. Hann hevði upprunaliga ætlanir um at fara í praktikk á Svalbard, men hann manglaði nakrar ECTS-skor fyri at kunna søkja inn har. Tí gjørdist ArtiCon eitt sera gott alternativ fyri hansara praktikktíð, sigur Tummas.

Eg søkti um at koma í starvsvenjing hjá ArtiCon, tí fyritøkan hevur so nógvar stórar verktøkur,” sigur Tummas. Starvsvenjingin byrjaði við eini innleiðslu.”Fyrstu vikuna fekk eg kunning um søguna, málsetningarnar og virðini hjá fyritøkuni. Síðan var eg á grundleggjandi trygdarskeiði, og á byggiplássinum var eisini innleiðsla, so eg kom bæði væl og trygt inn í uppgávurnar.

Víðari sigur Tummas: “Eg havi verið á fýra ymsum verktøkum. Innkomuvegnum, Húsareynstunlinum, Við Tjarnir og á vinnustykkjunum á Ovara Hjalla. Eg havi serliga brúkt tíðina upp á prosjektstýring, har eg havi samskift við ymsar partar og svarað spurningum, sum koma inn frá degi til dags. Eg havi eisini havt fastar uppgávur, so sum at taka vatnroyndir og kekka kvalitetstryggingina av Húsareynstunlinum, og nakrar landmátarauppgávur hava eisini verið, sum mær hevur dámt væl. Og so ríkiligt av fundum, sjálvandi, bæði byggifundir, KS-fundir og aðrir.

Tá ið lesandi koma í starvsvenjing hjá ArtiCon, er umráðandi, at tey royna nógv ymiskt og kunnu nýta lærdómin víðari í lesnaðinum.

Ofta velja lesandi at fara í starvsvenjing uttanlands, men alt fleiri koma nú til Føroya. Tað er eitt val, man má taka, heldur Tummas. “Uttanlands eru fleiri spesialiseraðar fyritøkur, og vil man tann vegin, eru Føroyar kanska ikki rætta stað at fara. Her fær man hinvegin roynt seg á fleiri økjum, og er lesnaðurin meira breiður enn snævur, so er altíð ovmikið at fáast við.”

Spurdur, um hann kann viðmæla øðrum at koma heim til Føroya í starvsvenjing, er Tummas ivaleysur. “Ja, avgjørt. Tað eru spennandi uppgávur í Føroyum, og tær kunnu eisini krevja eitt sindur av tær, tí tað, sum stendur í skúlabókunum, kann ikki altíð flytast yvir til føroysk viðurskifti, so man lærir at hugsa sjálvur.”

Honum dámar væl starvsvenjingina. “Tað kennist sum at hava eitt fullfíggjað starv. Eg havi fingið ábyrgd av fleiri av teimum dagligu uppgávunum, og tað hevur verið áhugavert at sæð, hvussu avbjóðingarnar broyta seg alt eftir hvørjum landi, man er í. So ja, at lesa uttanlands og vera í starvslæru í Føroyum kann heilt sikkurt viðmælast,” sigur Tummas at enda og sigur “at Jobmatch er eitt gott høvi til, at koma í samband við eitt møguligt praktikkpláss“.

Frá HR-deildini hjá ArtiCon siga tey, at seinasta árið hava seks lesandi frá hægri námi verið í starvsvenjing í fyritøkuni. Øll fáa nakað burturúr, so hetta er ein burðardygg leið at fara og avgjørt nakað, sum ArtiCon fer at halda áfram við. Felagið sær fram til at møta lesandi og øllum øðrum vitjandi á Jobmatch.