26. desember 2016

TÓRSHAVNAR KOMMUNA VIÐ Á JOBMATCH

Tórshavnar kommuna er aftur í ár við á Jobmatch og er høvuðsstuðul.

Starvsstevnan Jobmatch hevur sum høvuðsendamál at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og útisetar sum heild. Tórshavnar kommuna er

Tað hevur stóran týdning fyri Tórshavnar kommunu, at alsamt fleiri vælútbúgvin og virkisfús fólk flyta í høvuðsstaðin. Serliga hevur tað týdning, at tilflytarar finna arbeiði og gerast virknir beinanvegin.

Á Jobmatch fer Hugskotið at leggja fram um sítt virksemi og hvørjir møguleikar eru at koma sær í gongd og at seta í verk ymiskt virksemi í kommununi.

Sum nakað nýtt skipar Tórshavnar kommuna fyri tiltakinum: “JobKaffi”. Ætlanin er at bjóða lesandi til fundar og leggja upp til dialog millum tey lesandi og leiðsluna hjá kommununi saman við umboðum fyri fakbólkar á økinum.

Tórshavnar kommuna vil við JobKaffi geva lesandi eitt betri innlit í gerandisdagin og avbjóðingarnar á fakøkjunum hjá kommununi. Talan er um 6 ymiskar fundir og skráin fyri JobKaffi sær soleiðis út:

Skráin:
Kl: 13: 30 Børn og Ung
Kl: 14: 30 Umhvørvið
Kl. 15: 30 Býarskipan og fakligi gerandisdagurin
Kl: 16: 30 Miðfyrisitingin (Løgfrøði, HR, KT og Búskapur)
Kl. 17: 30 Heilsu- og umsorganartænastan
Kl. 18: 15 Hugskotið um Vakstrarhjólið

Jobmatch verður 29. desember í Norðurlandahúsinum og opið verður frá kl. 13 til 19.
Tórshavnar kommuna hevur bás nr. 1, sum er vinstrumegin í forhøllini. Fundarborðið til “JobKaffi” er sett upp aftan fyri básin hjá Tórshavnar kommunu. Tað ber til at lesa meira um Jobmatch og at finna leys størv á okkara síðu á Facebook og á torshavn.fo.