14. desember 2018

Starvsrokan í Norðurlandahúsinum

Jobmatch starvstevnan verður í Norðurlandahúsinum millum jóla og nýggjárs, og knapt trýss arbeiðsgevarar vilja koma á tal við lesandi ella fólkum við útbúgving, sum søknasti eftir starvi í Føroyum.

“Vit hava víðka karmarnar í Norðurlandahúsinum, so í ár verður alt húsið brúkt – eisini tann stóri salurin. Tað verður mest sum fullsett við fyritøkum og stovnum, og bert nakrir fáir básar eru enn tøkir. Men longu nú er talið av arbeiðsgevarum tað mesta nakrantíð” sigur Katrin I. Gregersen, samskipari av Jobmatch.

Á jobmatch heimasíðuni er komin ein nýggj funka, so tað verður høgligari at bíleggja eitt JobPrát og avtala nær á degunum hetta skal verða. Til ber at gera hetta umvegis heimasíðuna jobmatch.fo. Best er at bíleggja í góðari tíð, tí tá er størst sannlíkindi at koma á tal við rætta viðkomandi.

“Tað er eitt sera breitt úrval av arbeiðsgevarum frá bæði privata og almenna geiranum, innan framleiðslu, hondverk, tænstu og fyrisiting. Á heimasíðuni ber til at kunna seg um einstøku fyritøkuna ella stovnin, og somuleiðis eru ítøkiligar starvslýsingar” sigur Katrin.

Jobmatch starvstevnan verður fríggjadagin 28. desember i Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis fyri vitjandi.