Vit søkja IT-supportara til Elektron

Elektron


Tú verður partur av Service Desk toyminum, ið skal veita 1st og 2nd level support til okkara kundar – bæði privatar og vinnuligar. Starvsfólkini í Service Desk supportera og viðlíkahalda skipanir á hýsingarpallinum, so sum Citrix og MS365, og eru dagliga í tøttum sambandi við kundar og borgarar. Starvið er fulla tíð, og starvsbrøkurin er 37 tímar um vikuna. Service Desk telur í dag 6 starvsfólk, ið arbeiða saman fyri at tryggja at dagligi raksturin koyrir sum hann skal.

Um teg Vit ímynda okkum, at tú hevur:

· Útbúgving innan IT-support e.l.
· Royndir við MS365
· Góð samskiftisevnir í skrift og talu

Tú hevur fyrimun um tú:

· Hevur royndir við 1st og 2nd level support
· Hevur Service Desk útbúgving

Tað er krav til starvið, at tú hevur reina revsiváttan.

Vit bjóða tær

Vit bjóða tær eitt starv í einum framkomnum og mennandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika at arbeiða við spennandi uppgávum og mennast bæði fakliga og persónliga. Tú verður partur av einum ágrýtnum og fryntligum starvsbólki, har gott samstarv er í hásæti.

Umsóknarfreist: 18. januar 2026. Umsóknir skulu sendast til HR@elektron.fo.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Janu Jensen, leiðara í Service Desk, við at skriva til tpost: jana@elektron.fo, ella ringja tel. 295125

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Um Elektron

Á Elektron raðfesta vit trivnaðin høgt. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg fakliga og persónliga. Vit ynskja eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði. Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt at menna skipanarloysnir, bjóða vit tænastur sum t.d. hýsing, net, KT-ráðgeving, menning, Mínrokning og Print og Pakking.

Í Elektron starvast uml. 70 fólk, og árliga sølan er uml. 110 mió.kr.



Les meira