Vit søkja forritara til menningardeildina á Elektron
Elektron
Vit í Elektron menna og viðlíkahalda KT-skipanir til kundar sum Taks, Gjaldstovuna, Peningastovnar, Løgtingið og fleiri onnur. Menningardeildin telur í dag 40 starvsfólk, og vit arbeiða í tøttum samstarvi fyri at loysa spennandi og krevjandi uppgávur.
Til Menningardeildina sóknast vit eftir:
· Forritara
Um teg Vit ímynda okkum, at tú hevur:
· Útbúgving innan KT, t.d. verkfrøði, cand.merc.it ella datalogi.
· Royndir við forritanarmálum so sum .Net, C# ella Angular.
Tú hevur fyrimun um tú
· Hevur kunnleika til vitlíki
· Hevur royndir við agilum amboðum
· Hevur royndir við kubernetes
Nýútbúgvin eru eisini vælkomin at søkja.
Vit bjóða tær Vit bjóða tær eitt starv í einum framkomnum og mennandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika at arbeiða við spennandi verkætlanum og mennast bæði fakliga og persónliga. Tú verður partur av einum virkisfúsum og dugnaligum starvsbólki, har samstarv og faklig menning eru í hásæti.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Um Elektron
Á Elektron raðfesta vit trivnaðin høgt. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg fakliga og persónliga. Vit ynskja eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði. Lønin verður avtalað í mun til royndir og útbúgving. Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt at menna skipanarloysnir, bjóða vit tænastur sum t.d. hýsing, net, KT-ráðgeving, menning, Mínrokning og Print og Pakking. Í Elektron starvast uml. 70 fólk, og árliga sølan er uml. 110 mió.kr.

