Verkætlan í samstarvi við Runavíkar kommunu

Runavíkar Kommuna


Kanna effektirnar av frítíðarkortinum Spjaldur

Runavíkar kommuna leitar eftir einum eldhugaðum lesandi, til dømis innan samfelagsfrøði, fólkalívsfrøði, sosiologi ella líknandi øki. Vit bjóða tær møguleikan at samstarva um eina verkætlan, sum hevur bæði eitt fakligt og samfelagsligt virði.

Um uppgávuna:

Síðani 1. januar 2020 hevur Runavíkar kommuna savnað hagtøl í sambandi við frítíðarkortið Spjaldur. Hetta kortið gevur børnum og ungum undir 18 ár ókeypis atgongd til frítíðar- og ítróttarvirksemi í kommununi. Hagtølini umfata upplýsingar um:

· Hvørji nýta skipanina
· Hvørji tilboð verða vald
· Hvussu nógv tilboð verða vald
· Hvar í kommununi brúkararnir búgva

Harumframt er kommunan sinnað at stuðla víðari greiningum, sum kunnu vera:

· Spurnarkanningar millum brúkarar og foreldur, sum kunnu geva eina størri innlit í teirra royndir og upplivingar við skipanini
· Kvalitativar samrøður við útvaldar bólkar fyri at skilja sosiala, ítróttarliga og búskaparliga týdningin av kortinum

Tín uppgáva verður at brúka hesi dátugrundarløg til at svara spurningum, ið kunnu varpa ljós á eitt ella fleiri av hesum evnum:

· Hvussu Spjaldur ávirkar sosiala og ítróttarliga luttøku hjá børnum og ungum
· Økonomisku effektirnar fyri familjurnar og kommununa
· Geografiska útbreiðslu og nýtslu av tilboðunum
· Hvat brúkarar og foreldur sjálvi halda um tiltakið

Hvønn leita vit eftir?

Vit ímynda okkum, at tú ert lesandi innan eitt samfelagsfrøðiligt øki, til dømis fólkalívsfrøði, sosiologi ella samfelagsfrøði. Tú hevur áhuga fyri at arbeiða við dátugreining, spurnarkanningum og samfelagsligum spurningum og vil granska við einum fokus á lokalsamfelagið.

Hvat bjóða vit?

· Atgongd til eina áhugaverda dátugrunn
· Møguleika fyri at gera nýggjar spurnarkanningar og samrøður í samstarvi við kommununa
· Tætt samstarv við Runavíkar kommunu
· Møguleika fyri at nýta verkætlanina sum part av tínum lesnaði (t.d. bachelor- ella masterritgerð)
· Ein praktiskan vinkul á tín lesnað, ið styrkir tína fakligu vitan og títt CV

Hvussu fert tú í gongd?

Vit eru við á Jobmatch 30. desember í Norðurlandahúsinum. Kom framvið okkara bási, so vit kunnu greiða tær nærri frá verkætlanini. Tú kanst eisini senda okkum ein teldupost við tínum áhuga á rogvi@runavik.fo, og vit seta okkum í samband við teg.

Vit gleða okkum at samstarva við teg og seta nýtt ljós á, hvat frítíðarkortið Spjaldur hevur at siga fyri okkara børn, ung og kommunu.



Les meira