UX Sniðgevi

Formula


Dugir tú at gera tað fløkjasliga einfalt?
Vit leita eftir einum dugnaligum UX sniðgeva, sum vil vera partur av einum spennandi og mennandi umhvørvi á Formula.

Um starvið

Sum UX sniðgevi fært tú eitt fjølbroytt starv, har tú arbeiðir við:

  • Greining av tørvi hjá kundum og brúkarum
  • Sniðgeving av brúkaravinarligum loysnunum
  • Sniðgeving av nýtslumarkamótum (user interfaces), har góð brúkarauppliving er í miðdeplinum

Tú verður brúgvin millum brúkarar og mennarar, og tí er neyðugt, at tú dugir væl at samskifta og hevur gott innlit í møguleikar og avmarkingar í tøknini.

Tínir førleikar

Vit ímynda okkum, at tú:

  • Hevur útbúgving innan interaction design, digital design, IT product design ella líknandi
  • Kennir til standardir innan brúkbæri (usability)
  • Hevur royndir við greining og sniðgeving – í minsta lagi frá útbúgvingini
  • Dugir at nýta amboð sum Figma ella líknandi
  • Hevur vitan um HTML/CSS og XAML (ein fyrimunur, men ikki krav)

Umhvørvið á Formula

Vit leggja stóran dent á trivnað og fakliga menning:

  • Javnan skipa vit fyri tiltøkum, sum styrkja samanhaldið
  • Miðal starvsaldurin hjá okkum er 12 ár – eitt prógv um gott arbeiðsumhvørvi
  • Vit bjóða viðkomandi eftirútbúgving og kappingarføra løn, ásett eftir royndum og útbúgving

Starvið verður sett skjótast gjørligt – men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi.

Umsókn

Send umsókn, lívsrensl (CV) og viðkomandi skjøl í seinasta lagi sunnudagin 25. januar 2026.

Vinarliga viðfest dømi frá verkætlanum, har tú hevur havt ábyrgd av greining og sniðgeving.

Trýst HER fyri at byrja.

Nærri upplýsingar fært tú frá:

  • Robert Gutke, UX-sniðgeva, tlf. 344093
  • Gert Joensen, deildarleiðara, tlf. 344098

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Stutt um Formula

Formula er óivað fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar, kommunur og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brúktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Vit vita, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liva av vitan og raðfesta vitan fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir.

Á Formula starvast umleið 100 fólk, og vit hava deildir í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Afturat hesum hava vit hølir í Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparligum úrslitum og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningum.



Les meira