Starvslesandi ella summarfuglur á Teknisku deild

Runavíkar Kommuna


Menningin í Runavíkar kommunu hevur verið sera stór seinastu árini. Okkara arbeiðsuppgávur eru tí sera fjølbroyttar og spenna víða.
Ert tú undir lesnaði í Føroyum ella uttanlands? Hevur tú eina lestrarhálvu, ið tú skalt nýta sum starvslesandi? Ert tú í holt við tína útbúgving, og hevur hug og møguleika at arbeiða nakrar vikur í summar? Ella skalt tú í gongd við at skriva eina uppgávu um eitthvørt?

So er nú møguligt at koma at royna teg hjá okkum sum starvslesandi, í summarstarvi ella í samstarvi um eina uppgávu.

Set teg í samband við okkum fyri at finna útav, um vit kunnu bjóða tær samstarv og tú kanska fært hjálpt okkum við onkrari uppgávu.

Hevur hetta tín áhuga? Hevur tað tín áhuga at gerast partur av Teknisku deild í Runavíkar kommunu í sambandi við lesnaðin, ert tú vælkomin at vitja okkara bás á Jobmatch, bíleggja eitt JobPrát, ella venda tær til Maritu S. Hentze á telefon 41 70 00, teldupost marita@runavik.fo.



Les meira