Sølufólk til okkara vinnutoymi

NEMA


Vit leita eftir einum røskum og forvitnum persóni at gerast partur av okkara dynamiska sølutoymi og sum kann hjálpa okkum at vaksa uttanfyri Føroyar.
Talan er um eitt sera spennandi og læruríkt starv, har tú fert at selja okkara skipanir uttanfyri Føroyar og samstundis vera við til at selja og skapa spildurnýggjar loysnir til føroyska vinnulívið.

Fremsta uppgávan hjá tær verður

· Søla av skipanum uttanfyri Føroyar

Men eisini

· Søla av samskiftis- og KT loysnum í Føroyum
· Røkt av kundum
· At hjálpa føroyska vinnulívinum at mennast

Vit vænta tí, at tú

· Hevur skil fyri KT og tele
· Klárar teg væl á donskum og enskum
· Hevur høgt tempo og er fleksibul
· Dámar og hevur lætt við at skilja og seta teg inn í nýggja tøkni
· Arbeiðir væl sjálvstøðugt og dugir at hugsa nýtt
· Hevur umstøður at nýta ein part av tíðini uttanfyri Føroyar
· Hevur royndir við sølu og torir at vera uppsøkjandi

Afturfyri bjóða vit

· Eitt fjølbroytt og persónliga mennandi starv
· Góðar umstøður, gott samanhald og fult av ágóðum
· Eitt arbeiðspláss við fullari ferð og sum er í rúkandi menning
· Møguleikan at flyta føroyska vinnulívið inn í framtíðina
· Møguleikan at vaksa uttan fyri landoddarnar

Um Nema

Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum

vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík.

Løn og setanartreytir

Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Róa B. Poulsen, sølustjóra, á tlf. 50 20 80. Umsóknir við prógvskjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. januar 2026

Tit kunnu søkja starvið her



Les meira