Skrivstovufólk til Heilsufrøðiligu starvsstovuna

Heilsufrøðiliga Starvsstovan


Vit sóknast eftir einum skrivstovufólki í fast starv at byrja fyrst í 2025 ella eftir avtalu. Arbeiðsstaður er á Smyrilsvegi 7 í Havn.

Arbeiðsuppgávur

Uppgávurnar fevna um alt vanligt skrivstovuarbeiði í breiðari merking, sosum

· Journalarbeiði
· Telefonmóttøka
· Tollavgreiðsla
· Onnur avgreiðsla
· Og mangt annað, ið hoyrir vanligum skrivstovuarbeiði til.

Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast við tíðini.

Krøv til útbúgving og aðrar viðkomandi førleikar

· Skrivstovuútbúgving ella líknandi royndir
· Dugir væl at samskifta á føroyskum
· Dugir at samskifta á enskum
· Hevur góðan telduførleika í breiðari merking
· Koyrikort – er tó ikki eitt krav

Tú hevur áræði, arbeiðir skjótt og gott og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, bæði í skrift og talu. Tú trívist væl við skiftandi arbeiðsuppgávum og arbeiðsmongd.

Vit bjóða eitt gott skrivstovustarv, sum fevnir breitt í mun til uppgávurnar hjá okkum. Amboðini eru framkomnar telduskipanir, sosum 360/Skjalhald, Búskaparskipan landsins og aðrar fakskipanir. Alt er í talgildum formi.

Tú gerst partur av einari skrivstovu við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum.

Møguleikar eru fyri førleikamenning.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið í 4. flokki. Starvsheitið er journalleiðari.

Umsókn

Umsóknir til starvið skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti á hfs@hfs.fo, ella til Smyrilsveg 7, 2. hædd, FO-100 Tórshavn. Viðheft skal vera grundgivin umsókn, lívsrensl, avrit av prógvi, viðmæli og tilvísingar.

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin hin 12. januar 2025.

Meira fæst at vita við at venda sær til Áka Jacobsen, roknskaparleiðara, á hfs@hfs.fo ella tlf. 556400.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur m.a. matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna- og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi.

Høvuðsuppgávurnar hjá skrivstovuni er at veita stovninum (eini 50 ársverk) allar uppgávur, sosum fíggjarviðurskifti, journal, kt, telefon osfr. Á skrivstovuni arbeiða íalt 3 fólk.



Les meira