Samstarv við Vága kommunu um verkætlanarevni
Vága kommuna
Skalt tú skriva høvuðsuppgávu, bachelor, kandidat ella aðra størri uppgávu í sambandi við lesnaðin? So kanst tú søkja um at knýta tína uppgávu at arbeiðsøkjunum hjá Vága kommunu.
Vit eru altíð sinnað at samstarva við lesandi, sum hava áhuga í at granska, greina ella arbeiða við økjum, ið hava týdning fyri kommununa – tað kann vera innan menning, trivnað, børn og ung, mentan, burðardygd, talgilding, kommunal mál, felagsskap, bygdamentan, íløgur, samferðslu og nógv annað.
Um evnið er viðkomandi, og tú ert rætti kandidaturin, so hava vit stóran áhuga í einum samstarvi, har tú fært góðar dátur og vitan – og vit fáa nýggjar vinklar og nýggja vitan inn í arbeiðið.
Bílegg tær eitt JobPrát við Vága kommunu á Jobmatch, so tosa vit nærri um møguleikarnar. Les eisini meira á heimasíðuni hjá Vága kommunu.

