Samstarv við Sjókovan um verkætlanarevni ella starvsvenjing?

Sjókovin


Ert tú undir hægri lesnaði? Skalt tú í starvsvenjing ella skriva bachelor, kandidat ella PhD rigerð? 
Vit eru altíð sinnað at samstarva við lesandi, ið hava áhuga í at granska innan øki, ið eru viðkomandi fyri virksemi Sjókovans og Ocean Cluster Faroes.

Hetta kann millum annað verða innan:

·      Veðurlagsbroytingar og fiski- og alivinnuna
·      Umsiting av fiski- og alivinnu
·      Samfelagsbúskaparligar árinsgreiningar
·      Gagnnýtsla og virðisøking av sjófeingisvørum
·      Marknaðaratgongd
·      Góðska av fiski
·      Menning í virðisketuni
·      Grøna orkuskifti í fiski- og alivinnuni
·      Hugburður til fiskavørur
·      Økja um kunnleikarstøði um havið

… og nógv annað, ið kann vera við til at stimbra burðardygga menning og nýskapan í bláa búskapinum.

Um hetta ljóðar áhugavert, bílegg eitt jobprát ella vitja okkum á bási 61, og vit kunnu greiða nærri frá okkara arbeiði og hvussu vit kunnu samstarva um uppgávuskriving ella hýsa starvslesandi.



Les meira