Samstarv við Nám og Próvstovuna
NÀM / Próvstovan
Okkara virksemi er stórt og fjølbroytt, og vit leita eftir samstarvsfeløgum, ið kunnu taka eina hond í við ymiskum uppgávum og vera við til at lyfta okkara vitan og tænastustøði.
Vit leita eftir fólki, sum hevur áhuga fyri:
-fyrisiting og hagtølum
-kt, grafiskari uppseting og samskifti
-bókasavnsarbeiði og gransking innan lesing, lesivanar o.a.
-týðing, rættlestur og aðrar ritstjórnarligar uppgávur
-trivnaðarfremjandi átøk o.a.
Sóknast tú eftir einum møguleika fyri at koma í starvsvenjing ella einum starvsplássi til eina verkætlan innan okkurt av hesum, frætta vit fegin frá tær.
Les meira um NÁM og Próvstovuna her