Nema søkir eftir net teknikkara

NEMA


Vit leita eftir einum praktiskum og nærlagdum netteknikara til okkara net toymi. Tú verður partur av eini deild, sum arbeiðir bæði úti hjá kundum og á skrivstovuni, við at tryggja at netverk og sambond hjá okkara kundum virka optimalt – bæði hjá vinnu- og privatkundum.
Arbeiðið fevnir um uppseting, konfigurering og feilrætting av netútgerð, serliga Fortigate og Cisco, og tú kemur at spæla ein lyklaleiklut í at tryggja eina væleydnaða levering og góða kunduuppliving.

Tínar fremstu uppgávur vera
· Konfigurering, test og levering av beinarum til vinnukundar
· Uppseting og innlegging av netútgerð hjá kundum
· Kunda- og toymissamskifti við aðrar deildir og veita tekniskan stuðul
· Kunda vitjanir hjá privat- og vinnukundum við net- og Wi-Fi trupulleikum
· Eftirkanning og optimering av netuppseting (beinarar, Wi-Fi og kábling)
· Dokumentering av arbeiði og uppseting

Vit vænta tí, at tú
· Hevur royndir við samskipan av uppgávum
· Hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta
· Kann arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
· Er opin fyri at læra nýggjar skipanir og hevur tokkan til KT
· Hevur fatan fyri fíggjarligum viðurskiftinum og kostnaðarstýring
· Royndir og útbúgving innan KT er ein fyrimunur.

Ynskiligt, at tú hevur
· Royndir við Fortinet FortiGate og/ella Cisco geva fyrimun
· Kunnleika um fipur og netinstallatión
· Útbúgving sum IT-supportari, elektrikkari ella líknandi tekniska útbúgving

Afturfyri bjóða vit
· Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við stórari ábyrgd
· Møguleika at arbeiða við nýggjastu net- og trygdartøkni
· Góðar arbeiðsumstøður og eitt sterkt toymi
· Góðar møguleikar fyri fakligari menning
· Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og fult av ágóðum

Um Nema

Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt

hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík.

Løn og setanartreytir
Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin verður í Tórshavn.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóannes Hestoy á telefon 794273 ella við at senda teldupost til jhe@nema.fo ella bílegg eitt JobPrát við okkum. So kunnu vit tosa nærri um hetta á Jobmatch.

Tú kanst søkja starvið her



Les meira