Nema søkir eftir forritarum
NEMA
Vit leita eftir forritarum at gerast partur av mennara toyminum á Nema og eftir einum/einari, ið vil geva sítt íkast til menningina av vinnuloysnunum hjá Nema. Sum partur av okkara menningartoymi, fert tú at hava ein avgerandi leiklut í at sniðgeva, innføra og viðlíkahalda okkara loysnir til føroysku vinnuna og kundar okkara.
Tínar fremstu uppgávur vera
· Software menning: At sniðgeva og menna skalerbarar bakend-tænastur við .NET Core, C# og ASP.NET. Harafturat frontend-menning við Angular
· Samstarv: At arbeiða tætt saman við tvørfakligum toymum fyri at levera dygdargóðar softwareloysnir
· Optimering og góðsking: At Áhaldandi optimera skipanaravrik(performance), skalerbarleika og rakstur.
Vit vænta tí, at tú
· Trygd & compliance: Kann tryggja, at dátur verða handfarnar trygt, í tráð við galdandi reglur og bestu praksis innan ritbúnaðarmenning.
· Dátugrunnskunnleiki: Hevur eina sterka fatan av MS SQL Server og Entity Framework til at sniðgeva og stýra torgreiddum dátumodellum.
· Skýggj & DevOps: Hevur hands-on royndir við Azure DevOps, CI/CD-pipelinum og containerization (Docker), sum tryggja effektivar og automatiseraðar dagføringar.
Afturfyri bjóða vit
· Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við stórari ábyrgd
· Samstarv við eitt sterkt mennaratoymi í einum fleksiblum arbeiðsumhvørvi
· Góðar møguleikar fyri fakligari menning
· Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum
· Góða kantinu og starvsfólka tiltøk árið runt
At leggja afturat
Hóast vit hava lýst nakrar kjarnufortreytir til leiklutin, so er tað ikki eitt krav, at tú lúkar øll. Vit leggja dent á at rúma ymiskar royndir og førleikar. Hevur tú bara ein part av nevndu førleikum og brennur fyri at læra og mennast, eggja vit tær til at søkja – her eru nógvir møguleikar fyri fakligari menning og vøkstri.
Um Nema
Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt
hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík.
Løn og setanartreytir
Vit hava tørv á forritarum bæði í Tórshavn og Klaksvík. Vit bjóða góðan fleksibilitet í mun til, hvar tú arbeiðir frá. Løn verður sambært avtalu.
Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til menningarstjóra, Jákup Toftum Luid á teldupost jtl@nema.fo ella bílegg eitt JobPrát við okkum. So kunnu vit tosa nærri um hetta á Jobmatch.
Tú kanst søkja starvið her

