Námsfrøðingar til Miðgarð

Miðgarður


Vit í Miðgarði søkja eftir námsfrøðingum til at arbeiða í vøggustovu, barnagarði og serstovuni.

Starvsbyrjan er 1. februar ella eftir nærri avtalu. Starvstíðin er 30-40 tímar um vikuna. Um eingir námsfrøðingar søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.

Miðgarður liggur í vøkrum umhvørvi við fjalli, fjøru, viðarlund og áum. Nærumhvørvið er ein natúrligur partur av okkara gerandisdegi.

Vága kommuna hevur hægstu normering í landinum, og gevur hetta okkum møguleika at veita familjum í kommununi eina framúr góða tænastu.

Fakliga støðið í Miðgarði er høgt. Vit síggja okkum sum ein lærandi stovn í støðugari menning og vænta, at tú hevur hug at gerast ein virkin partur av fakligu menningini. Vit fylgja nýggjastu granskingini og dagføra námsfrøðiliga arbeiðið regluliga.

Vit leggja stóran dent á vinsemi og at skapa góðar relatiónir við børn og foreldur. Vit skipa arbeiðið eftir tørvinum hjá tí einstaka barninum og familjuni.

Vit vænta, at tú

· Ert útbúgvin námsfrøðingur.
· Dugir at skapa góðar relatiónir við børn, foreldur og starvsfelagar.
· Hevur góð samstarvsevni og áhuga í fakligari menning.
· Ert sjálvstøðug/ur, ábyrgdarfull/ur og vilt arbeiða samsvarandi okkara virðisgrundarlagið.

Um starvið

Í Miðgarði ganga 108 børn. Vit hava 3 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur, eina stovu til 6 ára gomlu og eina serstovu. Serstovan umfatar alt dagstovnaøkið í kommununi og arbeiða vit við námsfrøðiligum ætlanum fyri einstaka barnið.

Setanarviðurskifti

· Arbeiðstíð: Kl. 7:00–17:00.
· Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
· Námsfrøðingar verða løntir á stiga 11–23, hjálparfólk á stiga 2–8. Sí meira á www.midgardur.fo og www.vaga.fo.

Trýst her fyri at søkja starvið. Viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møgulig viðmæli.

Freist at søkja
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10. januar 2025.

Meira kunning
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Majbritt Poulsen, leiðara, á telefon +298 79 45 10 ella teldupost majbritt@vaga.fo.



Les meira