Marknaðarfólk til Smyril Line

Smyril Line


Hevur tú hug at arbeiða við marknaðarføring, har arbeiðið er fjølbroytt, ferðin er høg og úrslitini síggjast skjótt? Smyril Line leitar eftir einum ágrýtnum og skipaðum starvsfelaga til marknaðardeildina á høvuðsskrivstovuni í Tórshavn at byrja eftir avtalu.

Um starvið

Tú verður partur av dugnaliga marknaðartoyminum hjá Smyril Line, ið bleiv kosið Ársins Brand 2024.

Starvið er fjølbroytt og gevur tær møguleika at seta tín dám á arbeiðið og gera mun í einum felagi í menning. Ferðin er høg, og vit framleiða marknaðartilfar til bæði føroyska, íslendska og evropeiska marknaðin. Vit arbeiða dátudriviđ, máta á okkara átøk og laga arbeiðið eftir úrslitum og tørvi.

Tínar høvuðsuppgávur verða at:

· skriva, seta upp og senda tíðindabrøv
· stuðla við framleiðslu, dagføring og koordinering á sosialum miðlum
· hjálpa at samskipa uppgávur og tryggja, at tíðarætlanir og leveringar halda
· skriva og tillaga tekstir á føroyskum, donskum, enskum og týskum til heimasíður, tíðindabrøv og sosialar miðlar

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving, royndir innan marknaðarføring, dugir væl at samskifta, hevur gott skil fyri og innlit í sølu og marknaðarføring. Tað er ein treyt at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og trívist við fjølbroyttum uppgávum og strømmum tíðarætlanum. Harumframt hevur tú góðar málførleikar í føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu, og gott innlit í sosialar miðlar og online marknaðarføring sum heild.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og spennandi starv saman við einum dugnaligum toymi, har arbeiðsdagurin er merktur av bæði praktiskum og skapandi uppgávum. Tú fært møguleika at menna teg fakliga innan marknaðarføring í einum professionellum umhvørvi við góðum arbeiðsumstøðum.

Starvssetan og umsóknarfreist

Starvsbyrjan er eftir nærri avtalu, helst fyrst í 2026. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Umsóknarfreistin er 20. januar 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Oddfríð Petersen, sølu- og marknaðarleiðara, á tel. 23 59 08 ella á oddfrid@smyrilline.fo.

Um Smyril Line

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista.

Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.



Les meira