Lestrarstarv hjá Vága kommunu
Vága kommuna
Ert tú undir hægri lesnaði og kundi hugsað tær eitt lestrarstarv, sum bæði gevur meining og kann brúkast í veruliga arbeiðnum? So ert tú hjartaliga vælkomin at søkja hjá okkum.
Eitt lestrarstarv í Vága kommunu gevur tær møguleika at royna tína vitan í praksis, arbeiða í einum politiskt stýrdum umhvørvi og fáa dýrabarar royndir á arbeiðsmarknaðinum – samstundis sum tú ert við at menna eina kommunu, sum vil vera framfús og fevnandi.
Fortreytin fyri at fáa lestrarstarv er, at tú lesur innan eitt fakøki, sum er viðkomandi fyri okkara arbeiðsøki – t.d. umsiting, búskap, samfelagsvísindi, mentan, integratión, námsfrøði, verkfrøði, planlegging, samskifti ella líknandi. Vit vilja, at tú fært nakað veruligt burturúr, og at vit eisini læra okkurt av tær.
Tú ert altíð vælkomin at søkja, men vit kunnu ikki altíð lova, at vit hava lestrarstarv tøkt. Tú kanst tó bíleggja tær eitt JobPrát við okkum á Jobmatch, so tosa vit nærri um møguleikarnar. Les eisini meira á heimasíðuni hjá Vága kommunu.

