Lestrarstarv á Byggimálsdeildini
Tórshavnar kommuna
Ert tú lesandi og hevur hug at royna arbeiðslívið á eini almennari fyrisiting? So hava vit møguliga rætta starvið til tín. Byggimálsdeildin í Tórshavnar kommunu søkir eftir einum lesandi, ið kann taka lut í uppgávum á deildini.
Starvið
Byggimálsdeildin hoyrir undir Teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu saman við fýra øðrum fakdeildum, sum eru: Bygningsdeild, Býarskipanardeild, Tekniska deild og Umhvørvisdeildin.
Á Byggimálsdeildini viðgera vit einamest byggimál, men varða eisini av øðrum málsviðgerðaruppgávum, so sum umsóknir viðvíkjandi jarðhitaboring, ummæli av matrikkulmálum, útstykkingar og tílíkt, sum er tætt knýtt at byggimálum. Vit svara eisini fyrispurningum frá borgarum og vinnulívi um okkara arbeiðsøki. Í løtuni starvast vit 9 fólk á deildini.
Tínar uppgávur
Tínar uppgávur verða m.a. at:
- Svara fyrispurningum frá borgarum og vinnulívi umvegis telefon og teldupost
- Fyrireika mál um jarðhitaboringar, herundir skráseta umsóknir, senda umsóknir til ummælis og savna tilfarið til málsviðgerðar
- Dagføra innanhýsis skjøl og skabelónir
- Svara innlitsumbønum
- Dagføra skrásetingar av byggimálum á innanhýsis KT-plattformum
- Fyrifallandi uppgávur á deildini
Tín profilur
- Tú ert undir hægri lestri, t.d. byggifrøði, verkfrøði ella løgfrøði, men aðrar útbúgvingar eru eisini vælkomnar
- Tú dugir væl at samskifta við ymisk fólk. Vit leggja dent á, at tú ert væl fyri í skrivligum og munnligum føroyskum
- Tú ert sjálvstøðug/ur og skipað/ur. Megnar at halda skil á ymiskum uppgávum og støðugt tryggja eina framgongd í málunum
- Tú ert fyrikomandi og dugir væl at samstarva
- Tú trívist væl í einum talgildum heimi, og ert sum heild kring/ur í KT. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við okkara høvuðsarbeiðsumboðum: MS Office og skjalaskipanin 360
- Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur koyrikort til persónbil
Vit bjóða
Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú fær fakligar avbjóðingar og góðar møguleikar at menna tínar førleikar. Á arbeiðsplássinum starvast tú saman við dugnaligum starvsfólkum, har vit virðismeta fakkunnleika og hava virðing fyri hvørjum øðrum. Vit leggja dent á at hava eitt gott og væl skipað arbeiðspláss við góðum samskifti og trivnaði.
Setanartreytir
Ynskiligt er, tú byrjar í starvinum skjótast gjørligt. Talan er um eitt tímalønt starv á 15 tímar um vikuna, sum er tíðaravmarkað til lestrartíðina. Tað vil siga, tá tú hevur lokið lesturin, endar lestrarstarvið. Starvið verður skipað sum tveir arbeiðsdagar um vikuna á skrivstovu okkara. Vit ímynda okkum, at vit avtala tveir fastar vikudagar. Tó er tað ikki fastari enn so, at vit tillaga arbeiðstíðina í mun til tínar undirvísingartímar og í sambandi við próvtøkur. Umframt tínar 15 arbeiðstímar um vikuna, hevur tú møguleika at sita á skrivstovu okkara í einum fakligum umhvørvi og skriva eitt nú høvuðsuppgávu.
Starvið verður lønt sambært sáttmála við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.
Samband
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá Clementsen, deildarleiðara á Byggimálsdeildini, á telefon 21 58 75 ella á teldupost rannvac@torshavn.fo
Vit verða eisini at hitta á Jobmatch 2025 tann 30. desember 2025. Tú ert vælkomin fram við okkara bási til eitt prát um starvsmøguleikarnar.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta her. Umsókn saman við prógvi og lívsrensli skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 5. januar 2026.

