Leiðari til Visit Runavík

Runavíkar Kommuna


Torir tú at hugsa stórt og skapa okkurt nýtt? Vilt tú gera visjónir til veruleika? Vit leita eftir einum framherja, sum hevur dirvi, hegni og neyðuga arbeiðsorku til tess at flyta ferðavinnuna í Runavíkar kommunu longur fram á leið.

Um starvið

Visit Runavík er livandi og kveikjandi miðdepilin í einum ferðavinnu- og mentanarligum meldri – miðskeiðis í einari kommunu, sum brúsar av menning. Her ýður av hugskotum, mentan og vinnu, og tú verður tann, sum fangar møguleikarnar og leggur kósina fram í tíð.

Sum leiðari hevur tú m.a. ábyrgdina av, at

· menna ferðavinnu og mentanarligar upplivingar, til bæði vitjandi og búfólk
· marknaðarføra kommununa og gera hana sjónliga bæði heima og úti
· samskipa tiltøk – bæði verandi og nýggj, sum skapa lív og gleði í øllum bygdum

Talan er um eitt fjølbroytt og dynamiskt starv har ongin dagur er eins, og árstíðirnar seta sín dám á.

Aftrat tær hevur tú tvey fús og eldhugað starvsfólk á Visit Runavík, og tit arbeiða í tøttum samstarvi við kommununa, vinnulívið, cruisetoymið, Runavíkar havn, staðbundnar nevndir, íverksetarar, áhugafeløg o.s.fr. Alt til frama fyri tey, sum búgva her – og fyri at draga tey vitjandi aftur á slóðina.

Uppgávurnar fevna millum annað um

· at leggja framtíðarætlanir fyri Visit Runavík
· at samskipa tiltøk í kommununi
· at marknaðarføra og røkja heimasíðuna og aðrar miðlar
· at samskifta við viðskiftafólk og veita dygga ráðgeving og tænastu
· at skapa sambond og netverk í øllum bygdum
· at samstarva við ferðavinnuveitarar og kunningarstovur í landinum

Um teg

Vit leita eftir einum dagligum leiðara, sum hevur starvsroyndir úr ferðavinnuhøpi og hevur viðkomandi útbúgving innan t.d. ferðavinnu, marknaðarføring ella líknandi.

Haraftrat skalt tú:

· hava evni at stjórna og góð samstarvsevni
· duga væl føroyskt, norðurlendskt og enskt
· hava góðan telduførleika

Persónligir eginleikar

Vit vænta, at tú:

· ert skapandi, ágrýtin, miðvís/ur
· dámar avbjóðingar og hevur lætt við at samskifta og samstarva
· hevur lætt lyndi og positivt huglag
· kann arbeiða undir tíðartrýsti
· hugsar nýtt og hevur dirvi

Tað praktiska

· Hvar? Send umsókn, lívsrensl og annað viðkomandi umvegis alfred.fo
· Nær? Í seinasta lagi 3. januar 2026
· Starvsbyrjan? 1. Apríl 2026
· Setanarsáttmáli: Millum KAF og avvarðandi fakfelag

Spurningar?

Ring til Sæunn L. Nolsøe, kommunustjóra, á tlf. 417000, ella send henni ein teldupost á sln@runavik.fo.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!



Les meira