Kundaráðgevi til deildina í Klaksvík.

Betri Banki


Dámar tær at arbeiða við fólki, lurta og hoyra um teirra ætlanir?

Finna góðar loysnir og vera á síðulinjuni, tá tey eitt nú fáa lykilin til sítt nýggja heim?

Vit hava brúk fyri einum barnsburðaravloysara frá 1. februar 2026, ella eftir nærri avtalu, og til 1. mai 2027.

Fakligir førleikar

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, eitt nú peningastovnsútbúgving, ella hevur lisið fíggjarbúskap.

Persónligir eginleikar

Tú hevur stóran áhuga í at veita eina góða kundatænastu, tær dámar væl at hava tætt samband við kundar, og tú dugir væl at samskifta. Tú ert fyrikomandi, hevur góð samstarvsevni, ert positiv/ur av lyndi og álítandi.

Ljóðar hetta áhugavert, kom forbí og tosa við okkum á bási nr 4.



Les meira