Í lestrarstarv hjá Betri Trygging

Betri Trygging


Ert tú undir hægri lesnaði, og kundi hugsað tær eitt lestrarstarv, ber til at søkja hjá okkum. Eitt lestrarstarv kann vera gott fyri tín lesnað, tí tað gevur tær høvi at royna ymisk ástøði í veruliga arbeiðslívinum og geva tær royndir á arbeiðsmarknaðinum.

Fortreytin fyri at fáa lestrarstarv er sjálvandi, at tú lesur eitt fak, ið er viðkomandi fyri okkara virksemi, so at tú fært okkurt munagott burturúr – og so at vit eisini kunnu læra okkurt av tær.

Tú ert altíð vælkomin at søkja, men tað er ikki vist, at vit altíð hava eitt lestrarstarv tøkt.

Bílegg eitt JobPrát við okkum. So kunnu vit tosa nærri um hetta á Jobmatch.

Ella les meira á heimasíðu okkara.



Les meira