Grannskoðari til Roknskaparfelagið
Roknskaparfelagið
Ynskir tú eina spennandi framtíð í grannskoðan og roknskapi?
Vit leita eftir einum røskum og ágrýtnum grannskoðara, at taka við fjølbroyttum og avbjóðandi uppgávum.
Sum grannskoðari fert tú at arbeiða við ársroknskapum, skatti, ráðgeving og grannskoðan hjá føroyskum og altjóða kundum.
Vit vænta av tær
· Tú hevur cand. merc. aud. ella líknandi útbúgving
· Tær dámar tøl, hevur áræði og vilt menna nýggjar førleikar
· Tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur gott eyga fyri smálutum
· Tað er ein fyrimunur at hava royndir í grannskoðan og roknskapi
Vit bjóða tær
· Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einum lívligum arbeiðsumhvørvi
· Møguleika at byggja víðari uppá eina sterka fakliga útbúgving
· Løn eftir avtalu
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Olaf Frits Joensen á tlf. 309400 ella skriva til olaf@roknskap.fo.
Umsóknir skulu sendast beinleiðis til roknskap@roknskap.fo.
Um okkum
Vit eru 13 starvsfólk á Roknskaparfelagnum og arbeiða dagliga við grannskoðan, roknskapi, bókhaldi, MVG, skatti og ráðgeving. Okkara kundar eru bæði føroyskir og altjóða – og okkara arbeiði snýr seg um góðsku og samstarv.

