Fíggjarfrøðingur til Nema
NEMA
Vilt tú vera við til at menna og automatisera okkara fíggjargongdir, og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær!
Nema leitar eftir einum sterkum fíggjarfrøðingi (financial controller) við serligum denti á rakstur, dátugreining og roknskaparligar arbeiðsgongdir. Starvið er fulla tíð við byrjan 1. mars ella skjótast hareftir.
Um starvið
Sum fíggjarfrøðingur hjá Nema verður tú ein lyklapersónur í at optimera okkara roknskaparmannagongdir og tryggja góðsku og álítandi grundarlag í okkara roknskapardátum, samstundis sum tú røkir og umsitur vanligar roknskaparuppgávur. Tú fert eisini at hava ein týðandi leiklut sum sparringsfelagi fyri fyritøkuna, við serligum denti á fíggjardátugreining og KPI-frágreiðingar.
Tín uppgáva verður at tryggja, at roknskaparmannagongdirnar virka væl, og at dáturnar í roknskapinum eru rættar og álítandi. Hetta er grundarlagið fyri at kunna leggja fram eitt haldgott roknskaparyvirlit, men er eisini avgerandi fyri arbeiðið við fíggjarætlan, eftirmeting og frágreiðing av KPI-lyklatølum. Við denti á góðsku í roknskaparmannagongdunum, sjálvvirkjan og KPI-eftirfylging, fert tú at verða við til at flyta fíggjardeildina á eina meira nútímans kós.
Tínar fremstu uppgávur vera
· Eftirlit (controlling) og bókhaldsuppgávur
· Sjálvvirkjan og menning av fíggjargongdum
· Dátugreining og fíggjarfrágreiðingar
· At stuðla fíggjarætlanararbeiðinum
· At vera ein fakligur viðleikari fyri raksturin, við denti á innlit, samanhangir og lyklatøl
Vit vænta tí, at tú
· Hevur eina hægri búskaparútbúgving, t.d. HD (1, 2), Cand.merc. ella Cand.oecon.
· Ert sterk/ur analytiskt
· Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað
· Hevur royndir við PowerPoint, Excel og Power BI
· Dugir at byggja góð og álítandi sambond tvørtur um alla fyritøkuna
Afturfyri bjóða vit
· Ein fakliga spennandi leiklut við stórari ávirkan á menningina av fíggjarfunktiónini
· Møguleika at seta tín dám á talgilding og sjálvvirkjan í Nema
· Eina deild við fakliga sterkum starvsfeløgum og breiðum samstarvi innanhýsis
· Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum
· Góða kantinu og starvsfólkatiltøk árið runt
Um Nema
Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík.
Løn og setanartreytir
Fasta arbeiðsplássið verður á deildini hjá Nema í Havn. Løn verður sambært førleikum. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til fíggjarleiðara, Christian Svejdal, á teldupost csv@nema.fo ella á telefon 502056.
Tá tú søkir, vinarliga send okkum eitt CV saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 16. Januar 2026.
Tú kanst søkja starvið her

