Deildarleiðari til kemisku deild

Heilsufrøðiliga Starvsstovan


Søkt verður eftir deildarleiðara í fast starv til kemisku kanningarstovuna. Deildin ger kemiskar kanningar av matvørum, vatni og umhvørvi. Kanningarstovan er væl útgjørd og hevur nýggja og nútímans útgerð til allar kanningar.

Deildarleiðarin á kemisku deild hevur høvuðsábyrgdina av:

· Fakligu og teknisku leiðsluni á deildini
· At menna og stovnseta kanningarhættir innan kemiska fakøkið
· At tryggja, at kanningarnar og arbeiðið á deildini altíð er í samsvari við akkrediteringina smbrt. DS/EN ISO/IEC 17025:2017
· At fakliga menningin sum heild nøktar tann tørv, sum myndugleikar og viðskiftarar hava fyri kanningum og tænastum innan kemiska økið
· At menna starvsfólk fakliga í mun til tørvin á kemisku deild
· At dagføra og framhaldandi menna góðskuskipanina
· Samskifti við útlendskar undirveitarar av kanningum.

Starvið inniheldur eisini aðrar uppgávur í sambandi við rakstur av deildini. Deildarleiðarin er partur av leiðslubólkinum á stovninum og hevur sostatt eisini stovnsuppgávur.

Krøv til útbúgving og kunnleika

Akademiskt prógv í náttúruvísindi frá hægri lærustovni / universiteti á MSc. stigi, og við royndum við kemiskum kanningum.

Leiðslu- og starvsroyndir er krav.

Góður kunnleiki krevst til KT skipanir.

Tú hevur góð samstarvsevni, vera nærlagdur/nærløgd og duga at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt.

Tú dugur væl at leiða starvsfólk og fara væl við viðskiftarum hjá stovninum.

Tín málsligi førleiki er føroyskur / norðurlendskur, eins og málsligur førleiki í enskum er ein fyrimunur.

Koyrikort til persónbil er ein fyrimunur.

Tíð og setanarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv til setan skjótast gjørligt, seinast mitt í mars 2025.

Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Viðbótin fyri deildarleiðarastarvið er samsvarandi deildarleiðara 2. Sí annars heimasíðuna hjá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum: www.fmr.fo.

Umsóknin Umsóknir til starvið sent til hfs@hfs.fo ella sent til Smyrilsveg 7, FO 100 Tórshavn, við avriti av prógvum og viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 3. januar 2025, kl. 12.00. Setanarsamrøður verða í viku 2 í 2025.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bárð Enni, stjóra, á telefon 55 64 00.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur m.a. matvøru-, djórasjúku-, djóravælferðar-, djóralækna- og alilógina og rekur kanningarstovu í hesum sambandi.

Stutt um kemisku deild

Á kemisku deildini starvast íalt 6 fólk. Kanningarstovan er ein vælvirkandi deild, har starvsfólkið dagliga strembar eftir dygdargóðum avriki og einum góðum arbeiðsumhvørvi.

Kemiska kanningarstovan er altjóða góðkend kanningarstova (sí www.danak.dk, akkr. nr.: 303).



Les meira