Bakkafrost søkir eftir móttøkufólki
Bakkafrost
TrÃvist tú við skiftandi arbeiðstÃðum og fjølbroyttum uppgávum? So hava vit eitt spennandi starv til tÃn.
Starvið
Sum móttøkufólk verður tú fyrsta andlitið og røddin, sum starvsfólk, kundar og onnur vitjandi møta.
Móttøkan er opin alt samdøgrið og arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar. TÃnar uppgávur verða m.a.:
· Taka Ãmóti starvsfólki, vitjandi og veitarum
· Taka Ãmóti og vÃðaristilla telefonir
· Umsita lyklar og atgongd til bygningin
· Avgreiða post – fysiskan og elektroniskan
· Kontantsøla av ymiskum laksavørum
· Vera bakvakt til alarmskipan hjá smoltstøðunum
· Aðrar fyrifallandi uppgávur
Starvsstaðurin er á Glyvrum og arbeiðstÃðirnar eru skiftandi. ArbeiðstÃðin er à miðal 33 tÃmar um vikuna.
TÃn vangamynd
Vit søkja eftir einum persóni við viðkomandi fakligum og persónligum førleikum til at starvast à móttøkuni og sum brennir fyri at veita eina góða tænastu. Vit Ãmynda okkum, at:
· Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at samskifta á føroyskum og enskum
· Tú megnar væl umskiftiligar uppgávur og varðveitir altÃð eitt høgt tænastustøði
· Tú hevur góðar telduførleikar og dugir væl at seta teg inn à nýggjar KT skipanir
· Tú ert støðug/ur og møtir væl upp
Útbúgving er ikki eitt krav, men viðkomandi royndir og/ella útbúgving innan móttøku ella fyrisiting eru ein fyrimunur.
Løn og setanartreytir
Løn er sambært sáttmála hjá Samverk. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.
Umsókn
Søk starvið við at trýsta á leinkjuna. Umsóknarfreistin er 4. januar 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar à trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg à samband við Anniku Vestergaard, móttøkuleiðara á tel. 23 56 24 ella teldupost: anve@bakkafrost.com

